Hvalateljingar lidnar

Høgiklettur kom sunnukvøldið aftur av hvalateljingum fyri Náttúrugripasavnið, har átta eygleiðarar hava talt hval,

Høgiklettur kom sunnukvøldið aftur av hvalateljingum fyri Náttúrugripasavnið, har átta eygleiðarar í fimm vikur hava talt hval í føroyskum og altjóða sjógvi í ein útsynning úr Føroyum. Veðrið royndist hampiligt, og mest sum øll siglingarleiðin á 3192 fjórðingar varð kannað, skrivar savn.fo .

 


Á túrinum vóru 16 hvalasløg skrásett. Grind var at síggja um alt kanningarøkið, og fyribils verður mett, at meira var at síggja hesiferð enn undanfarnu tvær teljingarnar. Sum nakað nýtt var ein drona nýtt at filma bólkar av grind við. Endamálið var at vita, um upptøkurnar kundu eftirmeta neyvleika hjá eygleiðaranum at meta um stødd á grindabólkum. Einir átta bólkar vóru filmaðir, men enn væntar at viðgera upptøkurnar. 



NASS hvalateljingin, hin sætta í røðini, er eitt samstarv millum limalondini í NAMMCO, Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar, ið øll hava skipað fyri hvalateljingum í egnum og altjóða sjóøki í summar. Úrslitini frá øllum teljingunum koma nú at verða samskipað og viðgjørd í einum NAMMCO arbeiðsbólki, har stovnsmetingar verða gjørdar av grind og øðrum hvali.