Hvalastøðin opin í summar

Tjóðsavnið letur upp á hvalastøðini við Áir í summar.

 

Í 1905 setti norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi upp hvalastøðina við Áir.

 

Í dag er hvalastøðin við Áir serligur ídnaðararvur. Verkætlanin at varðveita hvalastøðina hevur verið í gongd síðan 2011. Tað slepst inn í flestu húsini, í Tørkuni, Kvernuni, Pressuni, Spikkókaríinum, Kristnastovu, Ketilshúsinum, Ebenezer og í Smiðjuni.

 

Hvalastøðin er opin hvønn leygar-og sunnudag til og við 13. august frá kl. 10 til kl. 17.

 

Rundvísing verður 3 ferðir um dagin, klokkan 11, 13 og 15.

 

Les meira um hvalastøðina niðanfyri. Tað ber eisini til at fylgja við á Facebook síðu Hvalastøðin við Áir.

 

##med2##