Hendan greinin snýr seg eisini um Sea Shepherd. Hendan greinin snýr seg eisini um Sea Shepherd. Hendan greinin snýr seg eisini um Sea Shepherd. Hendan greinin snýr seg eisini um Sea Shepherd. Hendan greinin snýr seg eisini um Sea Shepherd.
So skuldi tað vónandi verið komið uppá pláss, at hendan greinin eisini fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Tá hetta er sagt, vil eg tó byrja greinina við at sipa til Miðflokkaformannin Jenis av Rana, sum fyrr í ár helt fyri, at hann gleddi seg at sleppa at atkvøða fyri uppskotinum um avlurtingarpakkan, ið sum kunnigt, og til Jenisa stóru gleði, kom ígjøgnum við einum relativt sannførandi meiriluta. Jenis legði í hesum sambandi dent á, at tað er ikki løgreglan, ið tekur frælsið frá okkum, men tey kriminellu. Til hetta sigi eg bara: Gud forbarmi seg. Hvørji kriminell taka frælsið frá mær? Eg hyggi út ígjøgnum vindeygað og síggi eingi kriminell á gøtuni (bara nakrir leysir hundar av og á), og eg gangi dagliga ørindi í býnum uttan at síggja ferilin av kriminellum. Helst man hetta vera friðarligasta landið undir sólini at liva í, og so skal okkara kæra løgting samtykkja ein avlurtingarpakka fyri at basa kriminaliteti í landinum? Til hetta sigur Jenis óivað: ”Jamen, tú skilir ikki, góði. Tú sært ikki vanliga kriminell á gøtuni. Tað er jú í skýmaskotunum, at fólk sita og roykja sigarettir við ólógligum evnum í, og tað er hetta, vit mugu fáa bilbukt við. Hesar sigarettir eru nevniliga vandamiklar fyri samfelagið.” Jawohl Jenis góði, eg hoyri teg. Anyway, fyri at fáa bilbukt við hesum ”trupulleika”, so sigur Jenis altso, at staturin skal potentielt kunna endavenda hvørjum steini fyri at finna tey kriminellu, og at hvør Per og Pól tískil skal potentielt bera ótta fyri at verða statseygleiddur. Er politiið veruliga ikki betur enn so, at frælsið hjá 95% av borgarunum skal kunna offrast til frama fyri at fáa fatur á teim fáu ”seku”?
Tá alt kemur til alt, merkir hetta, at vit nú í størri mun enn áður hava fingið ein eftirlitsstat, í og við at hann, sum nevnt omanfyri, hevur skorið niður uppá okkara persónliga frælsi, og at vit harvið ikki eru nærri á veg einum meira liberalum samfelag, har álit og virðing millum statin og borgararnar er í hásæti, men at vit hinvegin, spakuliga men trygt, eru nærri á veg einum millumtingi millum tað teokratiska Iran og tað kommunistiska Eysturtýskland, har misálit og vantandi virðing millum statin og borgararnar er í hásæti. Jú, eg takki BAH samgonguni fyri hetta frálíka átak, sum so passandi er viðtikið, nú vit skjótt fara inn í 2015, sum jú var árið, har Føroyar, sambært Visión 2015, skuldu vera heimsins besta samfelag at liva í. Soleiðis sum gongdin hevur verið síðstu tíðina, eru vit tó helst nærri einum Visión 1984-projekti (ok, eg yvirdrívi kanska eitt sindur her, men tit skilja vel poengið, ha?).
So skjótt man helt, tað var eitt alternativ til ræðuligu, ræðuligu BAH samgonguna, so kom hýsteriska, og til tíðir xenofobiska, Tjóðveldi sum ketta úr høvdatrogi við uppskoti sínum at banna felagsskapum sum Sea Shepherd at koma til landið. Tjóðveldi kann bara ikki lata vera við at vilja loysa trupulleikar við at seta nýggjar nýggjar lógar ella víðkanir av paragraffum í verk. Hvør minnist ikki víðkanina av paragraf 266b, ið av røttum skuldi verið avtikin, øll sum hon var (og er)? Nå, men fyri at venda aftur til uppskotið um at banna felagsskapum sum Sea Shephed at koma til landið, so eru so sanniliga vansar við hesum uppskoti, sum eg eisini vísti stutt á í fyrru greinini, og sum eg fari at tosa meira um niðanfyri.
1) Fyri tað fyrsta leggur uppskotið upp til at gloppa dyr fyri at banna aktivismu, og er hetta ein vandamikil kós at stinga út í kortið. Eitthvørt samfelag má rúma rættinum til at vera aktivistiskur, og inniber hetta, at lógarbrot kunnu koma fyri. Aktivistar vísa jú meir enn ofta á absurdar ella ómoralskar lógir og royna at gera upp við tær við eitt nú at bróta tær. Tak til dømis søguna hjá afroamerikanarum í USA, sum framdu lógarbrot mitt í farnu øld og nakað frameftir, tá teir ikki vildu lýða landsins apartheidlógir. Í dag kunnu vit róliga siga, at tað var gott, at afroamerikanararnir framdu nevndu lógarbrot, tí hvat hevði amerikanska samfelagið verið í dag, um afroamerikanararnir ikki høvdu staðið upp fyri sínum rættindum? Jú, í so fall hevði USA helst framvegis verið eitt (uppaftur meira?) rasistiskt og (enn meira?) óndsinnað samfelag. Og vit mugu í hesum sambandi heldur ikki gloyma at nevna Mahatma Gandhi. Maðurin framdi lógarbrot og varð settur í brummuna í bæði Suður Afrika og India, men hetta forðar okkum sum kunnigt ikki at síggja upp til mannin enn tann dag í dag. Hann var friðarelskandi, hann flutti mørk, hann segði og gjørdi tað, sum mátti sigast og gerast, sjálvt um tað í síðsta enda kostaði honum lívið, og sjálvt um hann ikki megnaði at forða fyri upprættanini av pakistanska statinum, og hann hevur víst okkum, ið aftaná hann eru komin, hvussu tað veruliga góða samfelagið eigur at síggja út.
Vit mugu ikki halda, at lógir flestar eru so heilagar og høgtflúgvandi, at tær ikki eru til at bróta, vika ella at seta spurnartekin við, og geldur hetta eisini fyri lógina, ella rætt okkara, at drepa grind. Fólk, eisini útlendingar, hava fullan rætt at mótmæla grindadrápi, og sjálvt um tað er í lagi at handtaka fólk fyri at leggja seg út í grindadráp, so leingi tað er ólógligt at leggja seg út í grindadráp, so má okkara núverðandi rættur at drepa grind ikki føra við sær, at vit fara at banna fólki at koma til Føroya, bara tí tey hava aktivistiskar ætlanir, sum provokera okkara borgarliga gerandisdag. Føroyar mugu við øðrum orðum ikki gerast eitt land, ið gloppa dyr fyri at banna aktivismu, tí hetta er at leggja á ein skeivan bógv – ein óliberalan og ódemokratiskan bógv, har staturin slær hart niður á fólk, ið eru øðrvísi hugsandi. Tá hetta er sagt, eri eg fult greiður yvir, at heimsumfevnandi aktivisman hjá Sea Shepherd millum annað hevur ført við sær, at bátar eru søktir, og at mannalív eru sett í vanda. Slíkur framferðarháttur kann sjálvsagt ikki góðtakast, og hendir tað seg, at aktivistar fremja heilt álvarslig lógarbrot í Føroyum í framtíðini, so er tað uppgávan hjá løgregluni, ella í versta føri herinum (um tað ótrúligt nokk skuldi hent, at Sea Shepherd limir dukka upp til grindadráp við rocket launchers ella líknandi vandamiklum vápnum um hendi), at taka sær av lógarbrótarunum, tí frælsi teirra, og frælsið hjá einum og hvørjum fyri tann saks skuld, at mótmæla steðgar, sum alt annað, tá mannalív verða sett í vanda.
2) Harnæst: Sjálvt um løgtingið nú hevur heitt á landsstýrið at forbjóða Sea Shepherd at koma til Føroya (og landsstýrið fer helst at eftirlíka ynski løgtingsins), so er við hesum uppskoti eingin vissa fingin fyri, at Sea Shepherd ikki verður at síggja aftur í Føroyum. Spurningurin er eftir mínum tykki meira, um Sea Shepherd hevur áhuga í at koma aftur til Føroya, heldur enn um vit vilja hava Sea Shepherd at koma aftur til Føroya ella ei. Vil Sea Shepherd koma aftur til Føroya, so gera teir tað, óansæð hvat nøkur lóg sigur ella ei. Tað er nevniliga lætt at klintra upp um múrar, vit eventuelt byggja fyri at forða fólki at koma inn í landið, og hendir tað, at Sea Shepherd limir, hóast bannið, koma aftur hendanvegin, so kunnu potentielt vandamiklar støður uppstanda.
Fyri tað fyrsta fara Sea Shepherd limir ikki at upplýsa fyri fólki, tá teir ætla at koma hendan vegin, at nú fara teir at koma hendan vegin, tí teir eru jú óynsktir, og verða í so fall handtiknir, so skjótt teir koma til landið. Tað er sum vera man ikki ein støða, ið hevur teirra stóra áhuga. Teir vilja jú bjarga hvalunum, og tá hjálpir tað ikki, at teir verða settir í brummuna. Harnæst er rættiliga sannlíkt, at teir fara at dukka upp á strondini, um grindaboð verður, uttan at løgreglan veit av tí, og uttan at løgreglan hevur fyrireikað seg nógv væl til slíkar eventuellar vandastøður, og so kunnu skjótt trupulleikar spyrjast burturúr.
Ergo, kunnu vit ikki forða Sea Shepherd fólki í at koma til Føroya. Einasta loysnin er at lata tey koma inn í landið, og so má løgreglan taka sær av eventuellum keðiligum støðum, ið kunnu uppstanda, um tað kemur til ilnar millum menn og kvinnur. Harvið gerst ikki við, sum Tjóðveldi annars leggur upp til í uppskoti sínum, at fólk mugu fara í grind undir løgregluverju. Við øðrum orðum, og sum við so mongum øðrum, so loysa forboð sjáldan trupulleikar. Tey skapa bara nýggjar, og nógv fleiri, trupulleikar.
Onkur kann nú spyrja: Hvat er sambandið ímillum avlurtingarpakkan, sum eg kom inná í byrjanini av greinini, og Sea Shepherd málið? Jú, í báðum førum er svarið, at staturin, ella politiska valdið, vil koma einum (eftir mínum tykki konstrueraðum) trupulleika til lívs við reaktivistiskum konservativum átøkum – tann konservativa BAH samgongan við at vilja hava eftirlit við fólki og tað ”progressiva” Tjóðveldi við at vilja seta nýggj forboð í verk. Man kann vel róligt siga, at liberali vongurin hevur sæð betri dagar her um leiðir. Í triðju og síðstu greinini á hesum sinni fari eg at koma við enn einum dømi um reaktivistiskan konservativan politikk í Føroyum umframt at meta um politiska landslagið í Føroyum, nú vit fara inn í eitt valár.
Les eisini: Hvalakríggini, 1. partur: Ein nýggj vón