Tað hevur verið friður um føroyska grindadrápið, síðani Paul Watson og hansara fólk fóru í Føroyum í fjørsummar. Eingi grindaboð vóru, meðan fólkini frá Sea Shepherd sigldu millum oyggjarnar, og tí kom tað ikki til samanbrestir millum føroyingar og umhvørvisfólk, sum felagsskapurin annars legði upp til. Men hóast tað spældi væl av í fjør, er ikki sloppið. Langt frá!
Tað er friður, stilli, men tað er stilli áðrenn stormin.
27. apríl sendir heimskenda sjónvarpsrásin Animal Planet fyrsta partin av nýggjari Whale Wars røð, sum snýr seg um vitjanina hjá Sea Shepherd í Føroyum. Whale Wars hevur annars snúð seg um stríðið hjá Sea Shepherd í Suðurhøvum, og røðin hevur havt nógvar hyggjarar.
Nú verður grindadrápið – ella kanska mangul upp á tað sama – miðdepilin í fimm nýggjum pørtum av Whale Wars. Sea Shepherd satsaði stórt upp á Føroyar, tey fingu ikki blóðugu myndirnar og samanbrestirnar, sum tey ynsktu sær, men forumtalan av nýggju røðini gevur ábendingar um tað, sum vit kunnu vænta okkum av sendingunum. Tað verður klipt kreativt og samansett dramatiskt. Aitat verða tikin burtur úr samanhangi, musikkur leggur upp til spenning og kenslur, og onkursvegna skal sendirøðin liva upp til undanfarnu røðir, hóast lítið og einki hendi í Føroyum.
Tí fara vit komandi tíðina at fáa frálæru í, hvussu umhvørvisfelagsskapir brúka snildir fyri at fáa sín boðskap fram, og skal eg gita – uttan at vita – so fer tað ikki at fáa ov lítið.
Vit fara at standa spyrjandi, fara at rysta við høvdinum, undrast og argast, men vit fáa trupult við at afturvísa øllum pástandum og framførslunum í sendirøðini. Tað verður tungt hoyggj at bera, og halda vit, at tað spældi væl av í fjørsummar, tí umhvørvisfólkini ikki fingu tað, tey vildu hava, so skulu vit bara síggja Whale Wars. Tá fáa vit eina eirindaleysa áminning um, at í reality sjónvarpið er sonevnda “reality” veruleikin - líkamikið um tað er klipt og manipulerað og dramatiserað við øllum hugsandi snildum.
Fyrireikið tykkum – tað er nú, at veruliga hvalvakríggið hjá okkum byrjar!
In March 2012, Animal Planet announced a five-part spin-off titled Whale Wars: Viking Shores which followed Sea Shepherd operations to stop traditional whaling in the Faroe Islands in a mission dubbed "Operation Ferocious Islands" by Sea Shepherd. The series is scheduled to premier on April 27, 2012.[56]










