Hvalaferðavinna er framtíðin hjá Føroyum

Føroyar eru stakgóðar til hvalaferðavinnu, sigur Rúni Nielsen, djóraverndarmaður

Framtíðin hjá føroyingum eigur ikki at liggja í at drepa grind. Framtíðin eigur at ligja í at bjóða ferðafólki til Føroya at hyggja at hvali.

 

Tað heldur Rúni Nielsen, sum hevur verið við til at gera grindafilmin, sum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið.

 

Rúni hevur fingist við djóravernd í nógv ár, og hann heldur, at eisini framyvir grindahvalurin vera eitt gott íkast til føroyska búskapin – so leingi hann er til her um okkara leiðir.

 

- Ikki sum matur, men sum ferðavinnumál, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at fjarskotnar oyggjar í Norðuratlantshavi, eru stakgóðar til hvalaferðavinnu, tí her eru nógv sløg av hvali og delfinum.

 

Á Asorunum góvust tey at drepa hval í 1986, og nú meta tey, at hvalaferðavinnan kastar yvir 40 milliónir krónur av sær til samfelagnum, og á Madeira er íkastið av hvalaferðavinnuni yvir 35 milliónir krónur, og á Kanariuoyggjunum, har túsundtals ferðafólk ferðast hvørt ár at hyggja at hvali, kastar hetta slagi av ferðavinnu yvir 300 milliónir krónur av sær.

 

- Hetta er eitt slaga av ferðavinnum sum stendur í vøkstri.

 

Í grindafilminum varð eisini upplýst, at hvalaferðavinnan kastar yvir 10 milliardir krónur av sær kring heimin.

 

- So hetta er eisini eisini ein framtíð fyri Føroyar, sigur Rúni Nielsen, sum sigur, at hann sær framvegis fyri sær, at Føroyar verða eitt hvalaferðavinnuland og ikki eitt hvalaveiðusamfelag, sigur Rúni Nielsen.

 

- Føroyingar eru góðir við øll dýr - uttan grindahvalin. So nú er stundin komin, at vit eisini vera góð við hann, leggur hann afturat.