Hvad gør vi nu, lille du?: Gasolin ovast á 15 teim bestu

Tá útvarpið fór undir aftur vetrarskránna á heysti í 1976, var tátturin »15 tær bestu« tikin uppaftur

 

FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI


Ein tann best umtókti tónleikabólkurin í 1976 var danski bólkurin, Gasolin, við m. a. tí framvegis so vælumtókta Kim Larsen. Tá útvarpið fór undir »Fimtan tær bestu« í vetrarskránni 1976, náddi bólkurin ovast á tindin við lagnum: »Hvad gør vi nu, lille du?«

Hvørt mansbarn mundi tá duga orðini:

Jeg kom til verden på femte sal

min far var tosset

min mor var normal?


Ungdómssíðan í Sosialinum vitjaði »Fimtan tær bestu«, og stóð hendan greinin í blaðnum 23. oktober í 1976:

»Tá útvarpið fór at leingja senditíð sína fyri veturin varð tann vælumtókta tónleikasendingin, Fimtan tær bestu, tikin uppaftur. Henda hitlista-sendingin, sum verður gjørd eftir útlenskari fyrimynd, er serliga fagnað millum tey ungu.

? Tað var uppskot um at taka sendingina uppaftur, og vit hildu okkum til, siga Hans Chr. Joensen, teknikari og Árni Joensen, útvarpsmaður, sum eru menninir aftan fyri Fimtan tær bestu, í samrøðu við Ungdómssíðuna.

Fyrsta royndin við Fimtan teim bestu varð gjørd í 1967-68. Tá stóðu Jóhan Isholm og Finnbogi Johannesen fyri sendingini.

Nógvar fyrireikingar

Hans Chr. og Árni siga, at fyrireikingarnar til Fimtan tær bestu krevja nógv arbeiði.

? Vit mugu gera alt arbeiði sjálvir. Tað vil siga, senda atkvøðuseðlarnar út á skúlarnar. Tá vit hava móttikið seðlarnar, skulu teir teljast upp, og verður hetta gjørt, tá einki annað er at gera.

Hans Chr. og Árni greiða frá, at teir ráðførdu seg við nøkur av umboðunum fyri at vita, hvørji løg eru væl umtókt millum tey ungu.

? Harumframt høvdu vit sjálvir eisini varhuga av, hvønn tónleik tey ungu vilja hoyra, og út frá hesum valdu vit løgini til ta fyrstu sendingin, siga menninir aftan fyri Fimtan tær bestu.

Teir leggja afturat, at tað er ætlanin, at hvørt lag bert skal vera við fimm ferðir á fyrsta plássi.