Hví vilja tit doyggja?

Jákup Vang


Kæru landsmenn - Føroya fólk hevur altíð verið eitt Gudsóttandi fólk. Og vit kunnu sannað, at Gud ríkiliga hevur signað tjóðina, øll hesi mongu ár.
Serliga, tá vit líta út um landoddarnar og hava í huga hvussu nógvur ófriður, kríggj, sjúkur og hungur hevur valdað runt heimin?
Sanniliga, vit hava nógv at takka fyri. Eru vit ikki spard fyri nógv?
Eg má spyrja, skulu nú nakrar fáir skamleysir siðloysingar við sínum freku krøvum niðurkalla Guds vreiði yvir tjóðina?
Vit eru framvegis mong trúgvandi, sum vilja verja okkara land fyri siðspillu. Og - sum vilja biðja Gud spara fólki og halda Gudloysi úti frá hesum oyggjum.
Tað eru ógvuliga mong, sum kenna Bíbliuna og sum vita, hvussu gekst Ísrael, Guds útvalda fólki.
Tá tey hildu seg til Harran og hansara boð og fyriskipanir, gekst teimum væl. MEN - tá ið tey viku av leið, kom banningin.
Og - tað er ikki einans Ísrael, sum hevur merkt Guds vreiði vyir Gudloysi - nei hetta hevur rámt mangar tjóðir gjøgnum øldirnar.
Ætla tit nú at niðurkalla dóm yvir børn tykkara og tykkum sjálvi? Bara fyri at eftirlíka nøkrum fáum kynsvillingum? Sum Gud sigur, at teir fáast við nakað, sum Hann kallar andstygd.
Er tað nakar trúgvandi, sum vil lata seg hótta við ES, frá einum avsporaðum lækna? Man Gud ikki vera størri enn bæði ES og einhvør doktari ella yvirlækni?
Minnist til at enn er náðitíð. Enn ber til at venda við og lata seg frelsa. Tí, enn letur Gud sólina skína og regni regna yvir ond og góð.
MEN - ein dag kemur Jesus aftur til at døma jørðina. Tá skal hann, sum seyðamaðurin skilir gonguna, skilja menniskjuni. Hann skal seta nøkur til høgru og nøkur til vinstru fyri Dómarasæti sítt.
Tá skal Harrin siga við tey til vinstru: »Farið burt frá mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar av Djevlinum og einglum hansara«. Sí Matt. kap. 45 v. 41.