Jú, tí eg havi sæð, hvussu tey stýra frá fjalli í fjøru.
Býráðsvalið nærkast, og hvør avís er full av lesarabrøvum bæði frá nýggjum valevnum og sitandi býráðslimum. Tað er næstan ikki tað ting í verðini, tú ikki kann ynskja tær, djóragarð, baðiland, konserthøll og mangt annað.
Myndir av valevnum prýða húsaveggir, ljósmastrar og hvørja rundkoyring.
Skálatrøð verður nógv umtalað, og har skal byggjast bæði eitt og annað. Men Havnin hevur ikki nógv opin pláss at reypa sær av og als ikki niðri við bryggjukantin.
Perlan Skálatrøð má ikki oyðileggjast av stuttskygdum ynskjum um at seta sær sjálvum ein minnisvarða. Har mugu vit hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit ger nakað. Tað, sum kann liggja aðrastaðni, skal als ikki nærkast bryggjukantinum.
“Vit byggja land og bý”, ja eg meini tað. Nú eru tvey tey størstu fjósini í landinum í Havn. Bøndurnir gera tað, sum dugnaligir menn gera, teir byggja út og velta í stórum. Byggiloyvi hava teir fingið, men teir, sum ráddu í Tórshavnar Býráð, hvar var teirra vit og skil? Hava teir als ikki hugsað um, at hetta er lendi, sum havnarborgarar skulu nýta til húsabygging í framtíðini. Hvør skal gjalda tá? Jú, okkara eftirkomarar, sum eisini skulu gjalda fyri luftkastellur og ørvitisætlanir, sum valevni kappast um at bjóða.
Havnar Kommuna skal stýrast við skili og virka fyri at tænastur og tilboð til borgaran eru nøktandi fyri stór og smá, gangandi, súkklandi, barnavognar og rullistólar.
Tað er ikki júst vit og skil, sum ræður, um vit skulu trúgva øllum vallyftunum.
Eg bjóði hvørki gull ella undanbrekku, men eg ætli ikki at havnarfólk og komandi ættarlið skulu knokkroytast fyri at fíggja óseriøs vallyftir.
Farið á val 13. November og brúkið vit og skil.
X við Júst Rubeksen