Hvítusunnurørsla í 100 ár

Komandi ár eru liðin 100 ár síðani Hvítusunnurørslan kom til Norðurlond.
Ætlanin er helst eisini at gera okkurt burtur úr hesi stórhending her á landi.

Norska Hvítusunnurørslan saman við European Pentecostal Fellowship, PEF, ætlar tí í hesum sambandi at skipa fyri eini stórari ráðstevnu í Oslo í september mánað næsta ár.
Ráðstevnan hevur fingið heitið: Asuza Europe 2007 og verður hildin  í Oslo í døgunum 19. til 23. september næsta ár. Talarar, lovsangsleiðarar og sangarar runt um allan heim koma at luttaka.
Ráðstevnan fer ikki einans at viðgera 100-árahaldið fyri Hvítusunnurørsluni í Norðurlondum, men fer eisini at vísa á ymiskt trúboðaravirksemi kring um í heiminum.
Í Føroyum byrjaði Hvítusunnurørslan so smátt fyrst í tjúgunum, men datt niður fyri einar tvær ferðir, inntil Arly Lund úr Noregi kom til Føroya beint eftir krígslok. Hann var eini 10 ár í Føroyum. Kristensa Gåsland, eisini úr Noregi kom stutt eftir og virkaði hon í samfull 35 ár á Sandoynni.
Enn er støða ikki tikin til, hvørt hátíðarhald eisini verður í Føroyum komandi ár. Okkurt, verður uttan iva gjørt burturúr.
Mett verður at omanfyri 200 mió. doyptir limir eru í Hvítusunnurørsluni. Av hesum eru teir 150.000 í Danmark.
 
 
 
 
mynd
Evangeliihúsið í Havn er partur av víttfevnda arbeiðinum sum hvítusunnurørslan ger kring allan heimin