Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum. Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí, sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi, og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst. Áp. 2, 42-47.
Vit halda nú hvítusunnu til minnis um Heilaga Andan sum á hvítusunnu kom niður yvir ápostlarnar við einum slíkum mátti, at alt bleiv fullkomuliga broytt í teirra lívið. Men tað er ikki einans á hvítusunnu, at Heilagi Andin er virksamur.
Eisini í dag síggja vit virkmingin av Heilaga Andanum ímillum okkara, soleiðis at menniskju broytast fullkomuliga, tildømis síggja vit menniskju hoyra Guds kall, venda um og verða frelst, tað er eisini nakað, sum kemur til sjóndar á ein ella annan hátt í lívinum.
Tað fyrsta sum hendir, er at Gud setir sítt søkiljós á eitt menniskja, so at tað kemur í neyð av sínari synd og vendir sær til Gud og biður um hjálp og fær fyrigeving fyri sína synd og verður eitt nýtt menniskja við trúgv á Jesusar fullgjørda verk á Golgata.
Síðani fari eg at ynskja øllum, á sjógvi og landi eina gleðiliga hvítusunnu í Jesu navni og skal eg enda við einum hvítusunnusálmi sum eg havi yrkt til hvítusunnuna 2008.
Hvítusunnusálmur
Lag: Kom Andi Guds. Bf. 101. Dk. 190.191
1. Kom Halgi Andi frá tí høga,
so mannatungur mega gløða;
við Halgum eldi her á fold,
sum sólin vermir undir mold;
kom Halgi Andi lat oss sjá,
tað offurlamb á Golgata.
2. Kom Halgi andi, oss at lýsa,
so at vit vegin beinan vísa;
heim í Guds sæla Páradís,
tær verið lov og tøkk og prís;
um allar ævir syngja tá,
við einglum Guds, halleluja.