Tað byrjaði við, at ísfiskatrolarin Edna kom á svartalista á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag. Nakrir dagar gingu, og so varð skipið tikið av aftur hesum lista. Á heimasíðuni er einki sagt um, hví Edna varð varð tikin avaftur.
Nakrar dagar seinni endaði ein annar ísfiskatrolari - Beinisvørð - eisini á svartalista. Beinisvørð partrolar saman við Ednu, og í báðum førum førdi Føroya Fiskimannafelag fram, at manningin ikki varð avroknað rætt fyri makrelveiði í 2011.
Lagt varð aftrat, at reiðaríini eisini vórðu meldað til fútan fyri brot á lógina um makrelveiði.
Beinisvørð stóð á svartalista í nakrar dagar, men í dag er listin blankur - og einki skip er á listanum longur. Engin frágreiðing er um, hví skipini eru tikin av aftur listanum.
Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag er tó framvegis ein yvirskrift sum eitur svartilisti - og niðan fyri stendur "les meira". Men, tá trýst verður á "les meira", er listin blankur.
Soleiðis er svartilisti hjá felagnum í løtuni hvítur, sum viðlagda mynd av heimasíðuni vísir.