Hvítu Húsini skelva

Í næstum fæst at vita, hvør avdúkaði navnið á einum loyniligum agenti hjá amerikonaksu fregnartænastuni CIA. Dick Cheney, varaforseti, verður nevndur sum ein møguligur leki.

Fyri tveimum árum síðani avdúkaði eitt amerikanskt blað navnið á einum loyniligum agenti hjá fregnartænastuni CIA. Tað er revsivert í USA, tí ein tílík avdúking kann koma agentinum í lívsvanda.

Men hvør var tað, sum avdúkaði navnið á Valery Plame? Tann spurningin hevur ein óheftur granskari kannað, og um stutta tíð kemur frágreiðing hansara. Longu nú bendir nógv á, at tað var ein sera týðandi kelda í Hvítu Húsunum, sum avdúkaði navnið á Valery Plame. Orsøkin skal hava verið, at hon er gift við einum fyrrverandi amerikonskum sendiharra, sum var illa lýddur í Hvítu Húsunum um tað mundið, tí hann hevði avdúkað, at stjórnin segði ikki sannleikan um hópoyðingarvápnini hjá Saddam Hussein.

Millum teirra, sum kunnu verða ákærdir í málinum, eru Dick Cheney, varaforseti, Karl Rove, ráðgevi hjá George W. Bush, forseta, og Lewis Libby, sum er ein av næstu monnum varaforsetans. Talsmenn hjá Hvítru Húsunum hava sagt, at har stúrir eingin fyri frágreiðingini, men eygleiðarar siga, at í veruleikanum skelva Hvítu Húsini, skrivar AP.

Sjálvur hevur Bush, forseti, sagt, at alt tosið um frágreiðingina órógvar umsitingina, sum eftir hansara tykki hevur aðrar og meiri týðandi uppgávur at røkja. Men fleiri kongresslimir hava mint forsetan á, at tað er eitt álvarssamt brotsverk at avdúka loyniligar agentar hjá CIA, og at slíkt skal revsast.