Hvítu Húsini: Donald Trump er ikki smittaður við coronavirus

Eitt negativt kanningarúrslit vísir, at amerikanski forsetin, Donald Trum, ikki er smittaður við coronavirus.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki smittaður við coronavirus.

Tað vísir ein kanning, upplýsir lækni hansara í eini fráboðan frá Hvítu Húsunum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Trump boðaði í fyrr í dag frá, at hann fór at lata seg kanna fyri virusið.

Tað gjørdi hann, tí hann fyrr í vikuni hevði havt vitjan av brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro.

Mynd varð tikin av teimum báðum øksl móti øksl saman við brasilska samskiftisstjóranum, sum síðani hevur víst seg at vera sjúkur av Covid-19, sum er sjúkan, tú fært av coronavirus.

/ritzau/