Nógv verður kjakast um, hvussu stóran part føroyingar eiga í makrelinum. Tað sær út, sum onkur er vaknaður við kaldan dreym. Men skilið er líka ringt og verri í býtinum av norðhavssildini. Her hava føroyingar í nógv ár góðtikið, at EU fær væl størri part enn Føroyar, hóast sildin at kalla ikki kemur inn í EU-sjógv, meðan nógv sild er í føroyskum sjógvi, sí mynd.
Í seinastu avtaluni, sum varð undirskrivað fyri tveimum mánaðum síðan, fáa Føroyar góð 50 túsund tons, meðan EU fær 26% meir.
EU fiskar alla sína veiðu inni hjá øðrum, tí eingin sild er í EU-sjógvi. ICES ráðgeving í oktober 2010 sigur um norðhavssildina: “In general, the fishery follows the migration of the stock as it moves from the wintering and spawning grounds along the Norwegian coast to the summer feeding grounds in the Faroese, Icelandic, Jan Mayen, Svalbard, and international areas”. Her er onki nevnt um EU-sjógv, tí har er eingin veiða. Hetta er eisini váttað í strandalandaavtaluni.
Tí er tað høpisleyst, at føroyingar skriva undir eina avtalu um býtið av norðhavssildini, har EU fær størri part enn Føroyar.
Nólsoy 21/12-2010