Hví taka vit ikki við tí ábyrgd vit hava?

Meðan kreppan var, smoygdu nógvir politikarar og onnur sær undan allari ábyrgd. "Vit vistu einki, vit kundu ikki gera nakað, hini hava alla skylduna osv." Men, nú tað gongur væl, hava vit allan heiðurin og æruna.

 

Hvat er so broytt hesi árini?

EINKI!!!!

Nei, stórt sæð ongar av umstøðunum, ið skylda var uppá, eru broyttar. Vit eru í somu ríkisrættarligu skipan, men nú gongur tað gott.

Niðurstøðan er:

- Vit mugu taka við tí ábyrgd vit longu hava og ikki renna undan.

- Vit mugu broyta ríkisrættarliga har feilir og manglar eru staðfestir, men til tess krevst ikki loysing.

- Fullveldið er eitt val - ikki ein fyritreyt!

Tað er syrgiligt at síggja Føroya Landsstýrið fara niður og blívað skelkað trýggjar ferðir á rað, av at hoyra somu boð: Fullveldið, her og nú, merkir at vit skulu gjalda her og nú.

Men - búskaparlig ábyrgd er eins neyðug innanfyri ríkisfelagskapin; ja enntá meiri neyðugt. Tað er kanska her so nógv hava misskilt okkurt. Tey halda at ríkisfelagskapur rættvísgerð ella loyvur ábyrgdarloysi. Men hettar bleiv so dyggiliga mótprógva í kreppuni. Innanfyri ríkisfelagskapin hava vit møguleika til at laga okkum til búskaparligt sjálvbjargni, sum umstøðurnar loyva tí.

Vit hava ábyrgd. Spurningurin er bara um vit vilja taka við henni, ella um vit framhaldandi velja at líta yvir um hegni, og halda at grasið er so grønt hinumegin - um vit bara vóru har so var alt ok!

Nei, lat okkum heldur fara til verka og brúka tær talentir vit hava fingið; eisini tær vit hava grivið niður. Tað er eingin ivi um, at standa vit saman og leggja aggið aftur um eina løtu, so kunna vit í felag byggja land, til æru fyri okkara Skapara og til signing fyri fólkið - eisini tey, ið búgva í neyð og vesaldómi uttanfyri okkara landoddar.

Vel tí fólk á Fólkating og Løgting, ið ynskja at byggja upp, heldur enn at bróta niður, ið skapa álit og virðing heldur enn missálit og vanvirðing!