Hví taka fólk lív?

- Tað eru nógvar ymiskar teoriir og ymiskar orsøkir til, at fólk taka lívið hjá sær sjálvum ella øðrum. Ein sosiologisk teori hjá Durkheim sigur, at um tú verður sogin for langt inn í felagsskapin, so hvørvir tín egni samleiki, og tað kann dríva teg so langt. Um tú hinvegin er for langt burtur frá tí kollektiva samfelagnum, ja so kanst tú kenna teg heimleysan og uttan týdning ella ávirkan, og tað kann eisini dríva teg so langt, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur.

 

 

 

Morð er ikki gerandiskostur í Føroyum og tí eru orsøkirnar fyri slíkum ikki lýstar væl her heima á klettunum. Men mangar teoriir eru skrivaðar um, hví menniskjan kemur so langt út, og ymiskar orsøkir eru til, at fólk uppliva tað neyðugt at fara so langt.

 

 

Émile Durkheim, franskur sosiologur, hevur skrivað og granskað nógv í sjálvmorð, og hann finnir eina møguliga teori í menniskjans sambandi við felagsskapin. Tí felagsskapurin er tað, sum definerar okkum sum menniskju í ógvuliga stóran mun. Men Durkheim vísir á, at kemur tú ov nær felagsskapinum – verður tú sogin so langt inn, at tín egni samleiki hvørvur og tú gerst ráðaleysur. Ert tú hinvegin ov langt burtur frá felagsskapinum, so kanst tú kenna teg uttan týdning í heila tikið og tú missir alt sjálvsvirði. Teoriini frá Durkheim sigur tí, at tað snýr seg um at hava eina javnvág í felagsskapinum so, at fólk sleppa at liva egið lív og kortini eru knýtt at umhvørvinum tey liva í.

 

 

Ein onnur teori er meira sálarfrøðilig. Kendi sálafrøðingurin Freud sigur, at inni í okkum hava vit kærleiksfulla drívmegi, men vit hava eisini tað øvugta – eina destruktiva drívmegi. Onkuntíð venda vit teimum kenslunum móti øðrum og onkuntíð móti okkum sjálvum. Og her er tað tann sálarfrøðiliga hjálpin, sum skal til.

 

 

- Ivaleyst eru nógv føroysk dømi um, at familja ella nærumhvørvið traðkar til, tá ið mann sær, at ein persónur stríðist sálarliga, og soleiðis fær mann hjálpt fólki áðrenn tað kemur so langt, sigur Heri Kragesteen.

 

 

So kenna vit eisini til dømi um, at fólk hava tann hugburð, at tey einstøku fólkini einki eru verd – tað er bert felagsskapurin ella til dømis trúgvin tað snýr seg um. Og hevur tú onga virðing fyri tínum medmenniskjum, so kanst tú lættari koma hartil, at tú metir morð ella sjálvmorðsbumbur til dømis eru vegurin fram.

 

 

Les meira í Vikuskiftis Sosialinum.