Hvíta Russland og Danmark hildu við Deja Vu

Sjónvarpsvertur úr Hvíta Russlandi og GBOB luttakarin úr Danmark vóru ikki nøgd við úrslitið av GBOB finaluni, ikki tí teirra lond ikki vunnu, men tí Deja Vu ikki vunnu.

GBOB

- Eitt fimta pláss er fullkomiliga líkamikið fyri okkum, segði ein av tónleikarunum í danska bólkinum Cody, og helt fram
- So leingi sum Deja Vu ikki vinnur, so hava dómararnir ikki skil fyri, hvat teir gera.
Teir vóru eisini alt annað enn sannførdir av amerikanska bólkinum Heavy Mojo.
Eftir ljóðroyndina fyrr um dagin, gjørdi Líggjas Olsen úr Deja Vu samrøðu við sjónvarp úr Hvíta Russlandi. Vit fingu orð á sjónvarpsvertin um kvøldið, tá konsertin leið móti endanumm. Hon avdúkaði, at hennara boð uppá ein vinnara var Deja Vu, tí bólkurin var veruliga góður.
Men tey vóru ikki teir einastu, ið ikki vóru nøgd. Eftirveitlan í alt ov lítla dansistaðnum Thirst var merkt av, at fólk vóru í eitt sindur ringum lag og skuffaði. Men hetta er natúrligt í eini kapping. Her er jú talan um 24 bólkar og hjálpar- og vinfólk teirra, ið hava tapt.
Tað var ein tøtt kapping og eingin skaraði veruliga framúr, so meiningarnar vera altíð deildar, um hvør átti at vunnið, og hvør ikki átti at vunnið.
Hetta sama var galdandi í fjør, tá Kopek vann. Eg var staddur á tí konsertini, og stóð púra óskiljandi mótvegis tí úrslitinum, og eftir at hava hoyrt bólkin aftur í ár, skilji eg enn ikki, at hesin bólkur kundi vinna í fjør.
Flestu londini høvdu góðar framførslur, bert Teiland datt veruliga niður ímillum við einum sera sera vánaligum bólki, har sangarin uttan iva var versta songrødd á kvøldinum, og Moldova, ið ljóðaði sum eitt boð uppá ein moldovskan Eurovision vinnara.
Áðrenn úrslitið varð almannakunngjørt, var bólkurin, ið eg metti hava bestan møguleika fyri at vinna, Deja Groove úr Avstralia, við blásarum, rappi og jass- og reggae kendum tónum, skapti bólkurinThe London Astoria um til eina stóra veitslu. Men hesin bólkur varð ikki nevndur millum teir fremstu. Eg var eisini sannførdur um at Deja Vu kundi gera seg galdandi, men so varð heldur ikki.