Og ikki fyrr enn mánamorgunin 8. oktober var tað onkur, sum vakti landsstýrismannin. Hendan morgunin sigur ein lækni í Útvarpi Føroya, at skal vaccinatiónin av pensjonistum nytta nakað, so mugu tey vaccinerast antin í september ella oktober.
Hov! Hvat er nú til ráða at taka, her hevur hann lovað øllum pensjonistum ókeypis vaccinatión móti influensu, og nú sigur fakkunnleikin, at hásesongin fyri hesi vaccinu er við at verða úti. Samstundis sum landsstýrisamðurin veit, at hann hvørki hevur materiellu heimildina ella pengarnar til hetta lovaða lyftið!
Men søgan byrjar ikki her:
Fyri einum ári síðani bað Hans Pauli Strøm um pengar til pensjonistar, sum vildu vaccinera seg móti influensu. Hetta var í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, sum var til viðgerðar í løgtinginum í fjørheyst. Tá uppskotið var í fíggjarnevndini tók nevndin uppskotna peningin av, tí materiella heimildin ikki var komin upp á pláss. Tvs at landsstýrismaðurin hevur havt eitt heilt ár at fyrireika materiellu heimildina, sum er at orða eina kunngerð ella lógaruppskot, sum loyvir ókeypis vaccinatión til pensjonistar.
Alt várið gekk, og har kom hvørki lóg ella kunngerð frá Almanna og heilsumálaráðnum, hóast fleiri áheitanir og áminningar frá løgtingsfólkum.
So byrjar nýggj tingseta á ólavsøku, og allur august mánaður gongur og september við, og har kemur framvegis onki uppskot frá AHM, um hvørki fría vaccinatión ella nakað annað. Hóast AHM og landsstýrismaðurin nú fyri skjótt ári síðani blivu vitandi um, at koma tey ikki við materiellu heimildini, so kunnu tey heldur ikki fáa pengarnar til fría vaccinatión fyri fíggjarárið 2007.
Hóast landsstýrismaðurin hevur fingið at vita, at tað er materiella heimildin, sum manglar skal hann fáa pengar, so kemur hann kortini við enn eini umbøn um pengar. Hesaferð á eini eygafíggjarlóg, sum varð løgd fyri tingið síðst í september, og sum kann verða ein heilan mánað í nevnd, áðrenn hon kemur til 2. og 3. viðgerð. Nakað eftir hesa umbøn um pengar á eykafíggjarlógini, verður eitt lógaruppskot borið niðan í løgtingið í oktober, og sum skal verða tann materiella heimildin. Men eisini hetta uppskotið eigur at hava ein mánað, frá tí tað verður borið í tingið, til tað er samtykt. Tvs, at hetta uppskotið hevði ikki verið samtykt fyrr enn einaferð í november.
Men so er tað hesin vælsignaði læknin, (og eg meini vælsignaði), sum vakti landsstýrismannin mánamorgunin, - takk skal hann hava fyri tað. Veit tó ikki, um læknin visti, at hann fungeraði sum vekjaraklokka hendan morgunin. Hann fortaldi nemliga Føroya fólki, at skulu tey vaccinerast mugu tey gera tað í hesum mánaði, sum vit eru í nú, um tey ikki høvdu gjørt tað í september.
Hesi orðini fingu veruliga politiska maskinaríið í gongd úti í AHM. Tað gongur ein dagur 9. oktober, so er umbøn í fíggjarnevndini frá Hans Paula Strøm via fíggjarnevndarskjal, um pengar, sum skulu brúkast til ókeypis vaccinatión. Og hetta hendir meðan fíggjarnevndin arbeiðir við eini eykafíggjarlóg, har sami maður biður um somu pengar.
Fíggjarnevndarskjal eigur ikki at gangast á møti, uttan so, at talan er um nakað, sum er bráðfeingis og bráddliga íkomið. ”Bráðfeingis” er tað nú blivið, og tað verður nokk alt fyrr ella seinni, um tað bara verður bíðað nóg leingi. Men ”bráddliga íkomið” er tað ikki. Landsstýrismaðurin hevur havt eitt heilt ár at fyrireika málið, hvørt kunngerð í vavið telur 16 orð. (sí kunngerðarblaðið)
Men spurningurin er tí nú, hvat hann ger við teir pensjonistar, sum longu hava fingið sína vaccinu og goldið fyri hana úr egnum lumma.
Kunngerðin er dagfest 8. oktober (sama dag, sum læknin var í útvarpinum um morgunin). Og kunngjørd einaferð í somu viku.