Hví skulu Føroyar hava umboð á Fólkatingi?

Annika Olsen
Fólkatingsvalevni Fólkaflokksins
????????
Henda spurning hava mong sett sær í seinastuni, og skal eg her bera nøkur sjónarmið fram, hví eg meti tað vera týdningarmikið, at Føroyar hava umboðan á Fólkatingi.
Nú Føroyar standa á einum vegamóti viðvíkjandi øktum sjálvsræði, hevur tað sera stóran týdning, at føroysku umboðini ikki lata danir taka avgerðir, ið ganga ímóti øktum føroyskum sjálvsræði. Neyðugt er, at føroysku umboðini upplýsa danir um politisku, fíggjarligu, vinnuligu, sosialu og mentanarligu støðu føroyinga og harvið møguleika fyri at ávirka avgerðir hjá donsku stjórnini. Tað eru týðandi politiskar avgerðir, sum verða tiknar í næstum, millum annað ætlanin hjá dønum um at lata størri ábyrgd til ES herundir uttanríkismál og verjumál. Her eiga føroysku umboðini at vera vakin og taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt sum danir lata ábyrgd til ES. Sjálvandi snúgva yvirtøku-mál seg altíð um pening, og skuldi tað víst seg, at Føroyar fáa eina smidliga yvirtøkuskipan sum sigur, at so hvørt danir lata ábyrgd til ES, so taka føroyingar eisini ábyrgd frá Danmark, so krevjast góð-ar avtalur við donsku stjórnina um hvussu hesar yvirtøkur kunnu fremjast í verki.
Ein føroysk umboðan er umráðandi fyri einum góðum samstarvi millum danir og føroyingar. Føroysku umboðini eiga tí at leggja dent á eitt gott samstarv heldur enn at elva til stríð og klandur. Skulu Føroyar í framtíðini ogna sær sjálv-stýri, er tað týdningarmik-ið, at vit hava varðveitt eitt gott og siðiligt samstarv við donsku stjórnina og ikki brent allar brýr av við klandri. Tað snýr seg ikki um at taka sjálvstýri og síðan siga takk fyri okkum. Tað stóra arbeiðið í eini sjálvstýristilgongd liggur nevniliga í, at Føroyar við góðum samstarvi ognar sær góð og trygg rættindi øllum føroyingum at frama.
Nú Føroyar hava tvey umboð á Fólkatingi, er tað somuleiðis týdingarmikið, at hesi í besta mun tosa sama ?mál?, tá ið týðandi avgerðir um Føroyar skulu takast. Eru umboðini grundleggjandi ósamd, er ikki vist, at danska stjórnin kann taka støðu teirra í álvara. Tískil kunnu danir gera sína egnu niðurstøðu, sum í síðsta enda kann ganga ímóti føroysku áhugamálunum. Tá ið tað kemur til sjálvstýrismálið, er tað eyðsæð, at eitt sambandsumboð og eitt fólkafloksumboð ella tjóðveldisumboð kunnu vera ymisk á máli, og hetta kann fáa eina óhepna avleiðing fyri føroyska sjálvsavgerðarrættin. Umboðini eru loyal yvir fyri flokki teirra herheima, og ber tað tí illa til hjá einum sambandsumboði at ganga ímóti Sambandsflokkinum í Føroyum. Um Føroyar veruliga vilja hava sjálstýri, hevði besta umboðanin verið tvey umboð, sum veruliga ganga inn fyri sjálvstýri, og her meti eg Fólkaflokkin vera eitt gott umboð. Fólkaflokkurin hevur havt sæti í mong ár á danatingi við góðum úrslitum, og kemur hann inn aftur eftir hetta valið, fer hann millum annað at virka fyri hesum málum:
?Samtykkja yvirtøkulógina
?Størri sjálvsræði í uttanríkismálum
?Innlit og ávirkan í verjumálum
?Fremja yvirtøkurnar av fólkakirkju og loftmynd-ugleika
?Einum sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum
?Betri upplýsing à Fólkatingi um Føroyar
?Taka ábyrgd fra Danmark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES

Farið á val og setið x við Fólkaflokkin, hann vil virka fyri sjálvstýri umframt einum góðum samstarvi við donsku stjórnina, ið tryggjar føroyingum trygg og góð rættindi.