Hví skuldi Anfinn offrast fyri sambandi, men ikki fyri fulllveldi?

    

Abraham Mikladal
????????????????
- fyrispurningur til leiðsluna í Fólkaflokkinum

Hví kravdi Óli Breckmann eina treytaleysa umbering frá Torbjørn Jacobsen á ólavsøku 2002?
Hví sendi Óli Breckmann Tjóðveldisflokkinum bræv um bókina »Skjót journalistin« í november 2003, áðrenn bókin kom út?
Hví vildi Fólkaflokkurin ikki heita á Anfinn Kallsberg um at leggja kortini á borðið og biða um umbering fyri at hava sagt ósatt, so fullveldissamgongan kundi halda fram?
Hví valdi Fólkaflokkurin at leggja landið í stjórnarloysi, áðrenn fíggjarlógin var samtykt, fyri síðani at offra Anfinn Kallsberg fyri ABC-samgonguni?
Hví valdi Fólkaflokkurin at offra Anfinn Kallsberg í eini ABC-samgongu, men vildi ikki finna eina loysn saman við fullveldismeirilutanum á tingi.
Hví vildi Fólkaflokkurin ikki hava løgmannin í eini fullveldissamgongu?
Er tað rætt, at Bjarni Djurholm hevur sagt við tingmanningina, at hann meldaði seg út úr Fólkaflokkinum, um teir fóru í samgongu við Tjóðveldisflokkin?
Er tað rætt, at Óli Breckmann hevur sagt eftir valið, at Fólkaflokkurin má skifta ímillum at fara fullveldisvegin og sambandsvegin og nú er tíðin komin aftur til sambandsvegin.