Hví skjýtir Helgi ikki brotsspørk?

Hevði toppskjúttin í landskappingini eisini skotið brotsspørk, kundi væl verið, at nýtt málmet varð sett í ár

 

hagtøl


Helgi L. Petersen vann málskjúttarakappingina við 19 málum, sum er trý

fleiri enn hjá trímenninginum í B36, John Petersen. Vert er at nevna, at

øll tey undanfarnu árini hjá sær í bestu deildini fekk tann 23-ára gamli

rituvíkingurín í GÍ bert 11 mál tilsamans.

Tíverri fyri tey hagtalsáhugaðu, so skjýtir Helgi ikki brotsspørk - í mun til nógv teir flestu veruligu málslúkarnir í føroyskum fótbólti.

Hann kundi annars havt góðan møguleika fyri at sligið metið, sum teir báðir, Súni Fríði Johannesen og Uni Arge, eiga, nevniliga 24 mál í einum kappingarári. Ávíkavist í 1995 og 1997. Umframt tey 19 málini, sum Helgi skeyt, so høvdu gøtumenn nevnliga níggju brotsspørk í 2001, men hesi skutu fyrst Sámal Joensen og síðani Henning Jarnskor.

Annars vórðu 330 mál skotin hetta kappingarárið, og er hetta 31 mál færri enn í fjør.