Hví skal eg gjalda fyri heilivágin hjá Hans Paula Strøm?

Í Sosialinum nr .169 frá 7. september 2009 leggur Hans Pauli Strøm Sosialin undir ótespiligan journalistik.

Sambært Hans Paula er heilivágur í grundini ódýrari enn áður. Sjálvur sigur HPS seg hava fingið Coversyl (Fyri hjartað) í fleiri ár, og kostnaðurin var 541,53 kr. fyri pakningin við 90 tablettum. Nú hevur so kommunulæknin givið honum Corodil.Kostnaðurin er 21,10 fyri 100 tablettir. Hans Paulasa partur er nú 10,60 kr.

Tá eg var yngri, plagdu vit onkuntíð at arga onkrar kendar javnaðarmenn við at siga:”Tit duga at javna til tykkum sjálvar”.

Nú eri eg diabetikari og taki Coversyl Novum 2,5 milligram (fyri nýrini).Hesin heilivágur hevur kostað mær 137,42 kr. fyri 90 tablettir.Eftir 13.juli 2009 kostar heilivágurin 581,73 kr. fyri somu 90 tablettir.

Men eg kann ikki, sum HPS , skifta yvir til Corodil.Tað er ikki líkamikið, hvat nýraheilivág tú tekur, og sambært mínum kommunulækna fæst Corodil ikki í 2,5 mg. Minsta mongd er 5 mg, og tablettirnar eru litlar og rundar ,so tað ber neyvan til at klúgva tær. Og so er okkurt annað aftrat, sum forðar.

Tískil noyðist eg framhaldandi keypa tær dýrkaðu tablettirnar. Hartil kemur so, at annar diabetikaraheilivágur er dýrari, kostískoytið skorið niður við meiri enn helvt og fótarøktin í vanda.

Eg havi altíð tikið undir við tí solidariska hugtakinum.Men eg dugi ikki at skilja, hvussu tað sampakkar við, at eg og mínir javnlíkar (diabetikarar) nú skulu til at gjalda meira fyri at Hans Pauli Strøm kann fáa bíligari heilivág.

Kanska er tað soleiðis sum George Orwell sigur í “Animal Farm”. “Tó at vit øll eru líka, so eru summi meira líka enn onnur.”