Heri Simonsen
Vit sum trúliga lurta eftir ítróttartíðindum og ítróttarsendingum í Kringvarpinum, hoyra javnan vertirnar í ítróttarsendingunum reklamera/lýsa fyri skandinaviska flogfelagnum, SAS og fyri norsku almennu veddingar-fyritøkuni, NORSK TIPPING. Kringvarpið sigur frá úrslitum og tíðindum frá "SAS-liguni" í Danmark, og "TIPPI-liguni" í Noregi. Tí vil eg stilla Jógvani Jespersen, kringvarpsstjóra nakrar spurningar. Hví reklamera/lýsa tit fyri skandinaviskum fyritøkum, so sum Norsk Tipping og SAS í ítróttarsendingum, men ikki fyri einari heimligari fyritøku, sum FORMULA.FO? Eru tað kanska SAS og Norsk Tipping, sum eru við til at menna føroyskan fótbólt, og ikki FORMULA.FO??
BBC var fyrsta útvarpsstøð í heiminum. BBC byrjaði sítt "Public-service" virksemi í 1921. BBC Radio hevur verið stóra fyrimyndin hjá DR (stovnað 1925), og NRK (stovnað 1926), og er væl eisini stóra fyrimyndin hjá ÚF. Men hóast BBC Radio er elsti "Public-service" miðil í heiminum, so lesa tey á BBC 5 LIVE (MW 693 og 909) úrslit og tíðindi úr "Barclay´s Premiership", "Coca-cola Championship", "Bell´s Scottish Premier League", "Carling Cup" o.s.fr. Tá stóra og elsta "Public-service" fyrimyndin, BBC sigur øll hesi sponsor-heitini í sínum ítróttartíðindum og frásagnum, hví kann Kringvarpið so ikki siga: "Formula-deildin" ella "Coca-cola steypakappingin"??










