Hvussu kann SamVit tryggja betri vilkor fyri íverksetarar?
- SamVit hevur higartil arbeitt eftir Vinnupolitikkinum hjá fyrrverandi landsstýri, har SamVit hevur fingið til uppgávu at standa á odda fyri samskipanini av íverksetararáðgevingarvirksemi í Føroyum. Hetta inniber samskipan av arbeiðnum hjá íverksetarahúsunum kring landið. Uppgávan hjá SamViti í mun til íverksetan er serliga at lætta um møguleikarnar hjá íverksetarum at fáa atgongd til vitan, kapital og samstarvspartnarar og at tryggja, at tað ikki er ov tvørligt hjá íverksetarum at byrja sítt virksemi.
– Í SamViti starvast 18 fólk – harav 5 fólk starvast burturav á Menningardeildini, sum júst hevur til uppgávu bæði at ráðgeva fyritøkum, harímillum íverksetarum, og samskipa íverksetararáðgeving annars. Menningardeildin stendur fyri menningarverkætlanum – herundir ráðgeving av íverksetarum – serliga innan útflutnings-, ferða-, KT- og kreativu vinnurnar. Íverksetarahugtakið verður her hugsað breitt. Tvs. íverksetarar, sum ætla sær í gongd við virksemi, íverksetarar, sum er komnir í gongd og íverksetan, sum sprettir úr verandi virki (t.d. útflutningsprosjekt).
– Fólkini á menningardeildini í SamViti hava hvør sær serfrøði á ávísum økjum – tó serliga í mun til vakstrar- og útflutningsvirksemi. SamVit lýkur tí serligar ráðgevingaruppgávur, sum snúgva seg mest um marknaðarføring, útflutningsvinnu og framtíðar virkisvøkstur, meðan SamVit samstarvar við onnur um aðra ráðgeving, sum snýr seg um tað meira grundleggjandi við at stovna fyritøkur heilt frá byrjan – t.d. við íverksetarahúsini, Vinnuhúsið og framyvir eisini við vinnuligu skúlarnar í Føroyum.
Hví samskipa íverksetararáðgevingina?
- SamVit ynskir at samskipa íverksetanarráðgevingina fyri at gera tað so yvirskoðiligt og lætt fyri íverksetaran sum gjørligt at leita sær ráð – líkamikið hvar viðkomandi býr, og hvørjum støði hann ella hon er á. Talan kann eisini vera um at menna nýggja íverksetan innan størri verandi fyritøkur. SamVit og Íverksetarahúsini kunnu samstarva og t.d. brúka ráðgevingarveitanir frá hvørjum øðrum, so íverksetarar harvið fáa atgongd til alla tøka serfrøði á marknaðinum, sum arbeiðir til gagns fyri íverksetarar. Um SamVit t.d. keypir íverksetararáðgeving frá serfrøði uttanfyri SamVit til tey, ið søkja sær ráð, ella letur ráðgeving frá serfrøðingum í SamViti til íverksetarahúsini, stuðlar SamVit harvið arbeiðnum hjá íverksetarahúsunum. Tó má hetta sjálvandi gerast við neyvum atliti til, at vit ikki taka breyð úr munninum á íverksetararáðgevum, sum liva av at veita ráðgeving, men at vit eisini samstarva við hesar serfrøðingar.
- Samstarv og samskipan er sjálvandi eisini neyðug fyri at tryggja, at arbeiðið hjá teim ymsu húsunum ikki umskarast, umframt at allar tøkar kreftir innan ymiska serfrøði verða lagdar saman og brúktar, hóast tær virka ymsastaðni í landinum. Um ráðgevingarserfrøðin í landinum verður samskipað, kemur best møguliga ráðgevingin at standa íverksetarunum í boði til eina og hvørja tíð.
Gera portal
Hvussu ætlar SamVit at samskipa íverksetararáðgevingina?
- SamVit arbeiðir t.d. við eini ítøkiligari verkætlan um at stovna íverksetaraportal saman við íverksetarahúsunum, sum verður ein portalur fyri allar íverksetarar og íverksetararáðgevar. Vit ynskja at tryggja, at íverksetarahúsini ikki kappast innanhýsis – ella kappast móti privatum – men at øll stuðla uppundir hvørtannað til best møguligt gagn fyri íverksetararnar – og tað er eitt arbeiði, SamVit sum almennur stovnur beinleiðis undir Vinnumálaráðnum hevur fingið til uppgávu at standa á odda fyri.
- Harumframt arbeiðir SamVit við at stovna íverksetaranetverk fyri at skapa gjøgnumskygni íverksetarar og íverksetarahúsini ímillum. Íverksetarar kunnu læra av hvørjum øðrum og skapa nýggj hugskot saman. Íverksetaranetverkini skulu ikki bara vera lokal, men eisini altjóða, so føroyskir íverksetarar fáa samband við íverksetaranetverk uttanlands. Hetta er eitt stórt arbeiðsøki, sum SamVit fremur í løtuni saman við samstarvsfeløgum – t.d. saman við íverksetarahúsunum – men sum krevur mannorku og hóskandi upphæddir av fíggjarlógini fyri at kunna veruliggerast.
Hvussu gongur við at gjøgnumføra ætlanirnar?
- Um tað skal eydnast, er tað avgjørt neyðugt við eini hægri játtan, sum m.a. skal nýtast til at útbyggja samstarvið við íverksetararáðgevar og -hús umframt evt. komandi íverksetarahús og til at skapa netverk innan- og uttanlands. Vit arbeiða longu fyri, at íverksetarahúsini verða samskipað og kanska spesialiserað á ymsum økjum, so ráðgevingarkreftirnar verða brúktar so effektivt sum gjørligt, men vit mangla tøkan pening til at veruliggera t.d. portalin og ikki minst til kanska at kanalisera víðari til íverksetarahúsini, sum eisini mangla ressursur.
Arbeiðir SamVit saman við íverksetarahúsum og -ráðgevum sum er?
- Ja. Bitland er eitt íverksetarahús, vit samstarva tætt við. Bitland er ein góður samstarvsfelagi, sum t.d. hýsir Klekingardeplinum. Hetta er ein verkætlan undir SamViti. Bitland arbeiðir mest við kleking av útflutnings- og vakstrarfyritøkum, har KT, gransking, vitan, og kreativitetur spælir ein stóran leiklut. Hetta meta vit vera eitt sera spennandi øki, sum vert er at gera íløgur í.
- Endamálið við samstarvsavtaluni millum Bitland og SamVit er at skapa serligar karmar fyri menning av nýggjum nýskapandi fyritøkum við at geva teimum íblásandi virkisligar karmar, har nýggir og meira royndir íverksetarar sita saman, og harvið lætta íverksetarunum um atgongdina til fígging og ráðgeving í byrjanartíðini t.v.s. í fyrstu stigunum í verkætlanartilgongdini. Málið er sjálvandi at handilsgera teirra menningarhugskot og geva teimum ein sterkan platform at byggja sítt vakstrarvirksemi á.
- Tórshavnar Kommuna er eisini í ferð við at taka initiativir í mun til at stimbra íverksetan og bøta um umstøðurnar hjá íverksetarum í kommununi og hevur víst áhugað í at leggja kreftirnar saman bæði við Bitland og SamVit um at seta ein íverksetara- ella nýskapanardepil á stovn í Havn.
Vakstrarmøguleikar
Hvussu nógvar íverksetarar hýsir Klekingardepilin?
- Á Klekingardeplinum eru í løtuni tríggjar fyritøkur við tilsamans 5 fólkum og ein bíðar eftir at sleppa inn. At klekja fyritøkur innan vitanarvinnuna er arbeiði, ið tekur langa tíð. Ofta ganga fleiri ár frá hugskoti til fyrsta faktura, men um tað eydnast, so er ofta gróðursett til stórar vakstrarmøguleikar.
- Av verkætlanum, sum eru og hava verið í Klekingardeplinum, og sum hava eydnast at koma í gongd, kunnu nevnast Simprentis, Auixillior á Tvøroyri og Føroya Sporførisskipan. Hetta eru alt fyritøkur, ið ikki hava Føroyar sum sín høvuðsmarknað, men eru føddar globalar og hava allan heimin sum marknað.
Samstarvar SamVit við Íverksetarahúsið í Klaksvík?
- Ja, vit hava ein leypandi dialog við tey, og vit ynskja avgjørt at samstarva enn tættari við Íverksetarahúsið í Klaksvík, tí tey eru ein týdningarmikil partur av heildarmyndini, men enn er ikki gjørd nøkur endalig skrivlig samstarvsavtala við Íverksetarahúsið.
- Vit kenna ikki til aktivitetsniveauið hjá Íverksetarahúsinum í æsir, men so vítt vit hava fingið upplýst, hava eini 60 fólk verið á skeið í 2007 – og vit vita um, at tey arbeiða við ítøkiligum verkætlanum, sum kunnu blíva til ítøkilig virkir. Eini fýra-fimm eru longu farin í gongd. Málbólkurin – ella brúkarabólkurin hjá Íverksetarahúsinum í Klaksvík er, so vítt vit hava skilt, í stóran mun yngri fólk, sum koma úr miðnámsskúlunum, og íverksetarar innan býarvinnur, kanska serliga í Klaksvík og økinum har um leiðir, men Íverksetarahúsið hevur ætlanir um at fevna um meira – eisini landafrøðiliga.
Ein partur av uppgávunum hjá SamViti er at menna íverksetan innan ferðavinnu eisini?
- Ja, ferðavinnan hevur vaksandi týdning, so íverksetaravirksemi innan ferða- og upplivingarvinnu er avgjørt eisini nakað vit arbeiða við. Tað er ein stór og vaksandi uppáva hjá SamViti – her hugsi eg um íverksetan, menning og nýskapan innan ferðavinnu, sum t.d. snýr seg um at gera ferðavinnuumstøðurnar betri, menna nýggj ferðavinnutilboð, gera kunningar- og tænastustigið betri ella menna góðskustýringarskipanir, sum skulu tryggja kundunum dygd og upplivingar.
- Tað, sum kanska er serliga spennandi, er menning, íverksetan og nýskapan av vinnuligum átøkum í útjaðaraøkjunum, sum SamVit metir vera eitt virðismikið tilfeingi serliga í ferðavinnuhøpi. Fleiri ítøkiligar verkætlanir eru í løtuni til t.d. at byggja gistingar- og upplivingardeplar ymsastaðni í landinum, sum SamVit stuðlar við ráðgeving og aðrari hjálp.
- Tíanverri hava vit ikki nógv at luta sundur til hvørt øki í Føroyum, tí játtanin er sera avmarkað og innsatsurin má eisini laga seg eftir initiativunum, tørvinum ella eftir áheitanunum, sum koma frá íverksetarum í økjunum. Men eingin ivi skal vera um, at menning av útjaðaranum verður raðfest høgt í SamViti.
Rundferð í Føroyum
Hevur SamVit annað í hyggju sum snýr seg um íverksetan?
- Ja, avgjørt. Vit ynskja at varpa ljós á, hvussu vit best kunnu gagnnýta virði okkara í Føroyum, so vit hava t.d. ítøkiligar ætlanir í SamViti um at gera eina rundferð í øllum Føroyum her í vár, har fokus verður sett á eitt øki í senn. Ætlanin er, at øll økini hava haft vitjan av SamViti eftir umleið einum hálvum ári. Endamálið við rundferðini er m.a. at vitja fyritøkur og íverksetarar kring landið, fáa vinnuna í hvørjum øki í talu um teirra virksemi og íverksetan, at læra økið og virksemi í hvørjum øki at kenna og geva íblástur við at vísa á møguleikar fyri samstarvi, netverkan og felags átøkum fyri økið sum heild, og eggja til meira virkni í hvørjum øki, sum kann draga fólk til.
- Harnæst er ætlanin at gera nøkur felags tiltøk í heyst – saman við lokalu økjunum, har SamVit fer at luttaka í borgarafundum við fyrilestrum og skipa fyri øðrum tiltøkum – t.d. mentanarligum tiltøkum við lokalum talentum. Ætlanin er at samstarva við miðlarnar eisini um at varpa ljós á tey ymisku økini, tá vitjanin fer fram, og sostatt hjálpa til við at marknaðarføra økið og sjónliggera alt tað spennandi virksemið í økinum.
Hevur SamVit nóg stóra játtan at arbeiða við til alt hetta?
- SamVit ynskir at brúka játtan sína í stóran mun til íverksetararáðgevingarendamál og til annan íverksetarastuðul og menning og stuðul av aðrari vinnu, so sum eg her havi lýst tað – t.d. hjálp til útflutnings-, íløgu- og marknaðarátøk og menning av ferðavinnu, umframt uppbygging av netverkum – innlendis og altjóða.
- So um politikkararnir taka undir við hesum og ynskja, at vit skulu hepnast við at gjøgnumføra málini hjá okkum, so vóna vit sjálvandi, at tey eisini leggja neyðugu ressursurnar í tað, so tað veruliga kann koma okkurt munagott burturúr.
- Alt, sum eg havi nevnt í hesi samrøðu skuldi helst lýst tørvin á størri játtan. Men vit mugu aldrin gloyma, at – um rætt verður atborið – so kann virksemið hjá SamViti geva peningin fleirfaldað aftur til samfelagið! Hetta er peningur, sum kann fara til at lyfta aðrar tungar samfelagsuppgávur. Ein íløga í virksemið hjá SamViti er nemliga ein íløga í lunnarnar undir einari burðardyggari framtíð! endar Elin samrøðuna.










