Tann 18. bókin í røðini av Skemtbókum við tekningum hjá Óla Petersen er útkomin. Bókin er umleið 150 síður við tekningum, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum seinasta árið. Perman hesaferð er Hvørvisjón 2015.
Við hesi bókini eru givnar út í bók meira enn 2500 tekningar hjá fræga teknaranum Óla Petersen. Útgevari er Sosialurin. Bókin, sum er sett og umbrotin á Sosialinum og prentað hjá Føroya Prent, kostar 150 kr. Hon fæst í bókabúðunum kring landið.