Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna
------
Jørgen Niclasen vil verða við, at ilt er komið í andstøðuna tí hann førir fram, at skattapolitikkurin í Danmark og Føroyum er nærum eins. Tvørturímóti, heldur enn at kenna øði, so heldur undirritaða, at tað er næstan synd, at tað skal verða so illa statt, at samgongan má leita sær út um landoddarnar fyri at kunna siga: ”okkurt hava vit gjørt rætt”.
Viðvíkjandi kapitalpensiónunum
Danska uppskotið snýr seg, framvegis, bert um kapitalpensiónir og ikki lívrentu og lutapensiónir. Sum áður nevnt, so fevnir henda skipan bert um 10% av pensiónsuppsparingunum í Danmark. Framvegis snýr tað seg eisini um at strika skattafrádráttin við inngjald av kapitalpensión.
Hinvegin so er skipanin at spara upp til lívrentu ella lutapensión óbroytt. Har er ongin forskatting við inngjald. Sum øllum kunnugt, verða øll inngjøld í Føroyum skattaði beinanveg og frá fyrstu krónu.
Ein munur á kapitalpensión og lívrentu/lutapensión er, at tú fær ein skattafrádrátt við inngjald og kann fáa alt útgoldið í einum, uttan at tað verður mótroknað í fólkapensiónini. Tí hevði føroyska pensiónsnýskipanin eina áseting um, at bert 10% av upphæddini, ið tú sparir upp, kann verða kapitalpensión.
Sæð úr hesum sjónarhornið er onki løgið í, at frádrátturin fyri inngjald til kapitalpensión verður strikaður í Danmark.
Marginalskatturin lækkar líðandi
Danska stjórnin ætlar, at hækka markið, fyri nær tú byrjar at gjalda toppskatt, við 58.000 kr eftir sjey árum. Markið fyri at gjalda toppskatt verður stigvíst hækkað frá 409.000 krónum til 467.000 krónur.
Tað, ið Jørgen og hansara samgonga gjørdi, var at hækka marginalskattamarkið úr 250.000 kr upp í 800.000 krónum í einum. Samstundis var skattaprosenti lækkað úr 35% til 30% á hesum skattatrininum.
Tað er ikki uttan orsøk, at vit hava nevnt hetta fyri heimsmet í ábyrgdarloysið. Hevði samgongan valt at finna semju um marginalskattin, allir flokkar, uttan sambandsflokkurin, ynsktu at broytingar, so er sannlíkt, at broytingin hevði líkst meira tí donsku. Í hvussu so er, eri eg sannførd um, at hon hevði verið fíggjarliga forsvarlig.
So nei Jørgen, hvussu fegin tú enn vil hava, at tykkara skattapolitikkur er meinlíkur tí danska, so kann hann framvegis ikki samanberast. Viðvíkjandi at fara eftir bóltinum, heldur enn manninum, so ferð tú inn á eitt annað lið enn okkara heimliga, vit onnur ynskja heldur at á spæla á egnum liðið.