Hvørki SÍ ella Mjølnir vil vera favorittur

Steypafinalan í kvinnuflogbólti millum SÍ og Mjølnir, sær út púra opin út, tí hvørki av liðunum vil hava favoritt-spjaldrið sett á seg, nú steypaheiðurin stendur upp á spæl. Hyggja vit at hagtølunum, kann SÍ vinna finaluna triðja árið á rað og vinna steypið til ognar. Helst vilja sørvágskvinnur eisini leggja nógv fyri, tí tær fyribils síggja út til at vera yvirhálaðar av bæði Mjølni og Fleyr í Eik-liguni.

 

? Vit skulu spæla og hava tað stuttligt. Vit trúgva sjálvandi upp á tað, og hóast tað skilst á øllum brøgdum, at verri enn so øll vænta tað stóra av okkum, kunnu vit vinna, sigur Karin Mikkelsen í SÍ, sum hevur tað til felags við flestu av hinum á liðnum, at tær hava feskar finaluroyndir at halla seg til.

 

Mjølnir hevur ikki verið í finaluni síðstu fimm árini, men hevur í løtuni eitt sterkt lið við spælarum, ið mestsum allir kunnu avgera bóltarnar. ? SÍ hóskar væl til okkum, tí spælararnir eru ikki so høgir, og tí er blokkurin ikki so góður, men hinvegin eru tær í SÍ sterkar á gólvinum. Vit vænta at fáa nógvar stuðlar við okkum, tí í síðstuni hava vit havt væl fleiri áskoðarar enn vanligt, sigur Eina S. Kalsø í Mjølnir.

 

Steypafinalan hjá kvinnunum byrjar klokkan 13.30.