Í Ramsar-ætlanini fyri Skúvoy verður sagt, at rotta sigst vera komin til Føroya fyrstu ferð fyri umleið 250 árum síðan, og her verður eisini sagt, at tað eru 11 oyggjar í Føroyum, har eingin rotta er. Sannlíkindini fyri, at rotta kemur í oyggjar, har hon ikki er frammanundan, eru tengd at ymiskum faktorum, men í høvuðsheitum kemur rotta bert til nýggjar oyggjar, har hon verður flutt við fólki ella farmi.
Sagt verður, at bæði úr einum fíggjarligum og náttúruverndar sjónarhorni er tað nógv betri at fyribyrgja spjaðing av rottu - og kanska eisini mús - enn at skula oyða og endurbyggja náttúruna eftir eina rottuinnrás. Í Føroyum eru 11 rottufríar oyggjar, harav tríggjar av hesum áður hava havt einstakar ella nakrar fráboðanir um rottu.
Skúvoy hevur eitt ríkt fuglalív, serliga eru tað lomviga, skúgva- og skrápastovnarnir, sum eru millum teir størstu í Føroyum. Tað er serliga skrápastovnurin, sum er viðbrekin fyri rottuinnrás, men rotta er eisini ein hóttan móti eitt nú lunda og drunnhvíta.
- Í Skúvoy er tað rættiliga serstakt, at eingin mús, ketta ella rotta finst í oynni. Hetta hevur við sær, at nógvur heiðafuglur og smáfuglur eigur tætt at bygdini, har hann annars ikki vanliga hevði verið. Onkrar fráboðanir um rottu hava verið, og mús er funnin í Skúvoy – í hvussu er tríggjar ferðir.
Víst verður á, at av tí, at mús er í Sandoynni, er vandin fyri, at mús kemur til Skúvoyar rættiliga stórur. Fóður verður flutt til Skúvoyar í smærri sekkjum fyri at minka um vandan fyri, at mús kemur í oynna. Forboð er á grannastevnu sett fyri at innflyta hoyggj ella gras til Skúvoyar.
- Men, við tað, at meginparturin av allari vøru til Skúvoyar kemur av Sandi, eru sannlíkindini fyri, at rotta kemur í oynna, tætt tengd at, um Sandoyggin verður verandi rottufrí. Flutningur av vøru til Skúvoyar er størsti vandin fyri, at rotta kemur til oynna, verður sagt í Ramsar-ætlanini fyri Skúvoy.










