Bæði vaktar og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja við bryggju í hesum døgum og sostatt er hjálpin til skip, sum koma í trupulleikar undir Føroyum, munandi skerd.
Tað fekk manningin á Varðanum at føla sviðan av, tá ið eldur kom í skipið í nátt
Sum tað sæst aðrastaðni á Portalinum, vóru hvørki Brimil ella Tjaldið tøk at hjálpa og tí var onki at gera enna at senda bjargingarbátin Ziska avstað at sleipa Varðan til lands.
Ongin vandi var fyri skip ella manning, men trolið mátti kappast og fór fyri skeytið, so har misti skipið eina hálva millión. Vóru Tjaldrið ella Brimil til taks, høvdu tey kunnu bjarga trolinum.
Virkandi stjóri á Fiskiveiðisefirlitinum, Johan Simonsen, er harmur um støðuna og hann viðgongur, at hetta serstakliga óheppið.
Men hann leggur afturat, at orsøkin til, at bæði tey stóru skipini liggja, er væl kend og hon er, at tað mangla pengar.
Játtanin til Fiskiveiðieftirlitið er so tepur, at tey hava rætt og slætt bara hava ráð at hava skipini í ógvuliga avmarkaðari sigling og í løtuni liggja so bæði skipini.
Men tað verður bara nakrar fáar dagar at bæði skipini liggja. Bæði skipini vórðu løgd í gjár og hósdagin í næstu viku fer Tjaldrið aftur í sigling.
Hetta er í samsvari við siglingarætlanina, sum varð løgd tíðliga í vár og sum varð send landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Ein orsøk til at tey ligga, er eisini at fáa ein part av summarfrítíðini frá hondini.
Fíggjarligu umstøðurnar hava eisini ført við sær setanarsteðg og tað merkir, at fólk eru ikki sett fyri stýrimenn og aðrar, sum eru farin frá fyri aldur.
Sostatt hevur Fiskiveiðieftirlitið heldur ikki nóg mikið av manning til at hava bæði skipini í sigling so nógv, sum ynskiligt.
Men hann staðfestir, at er talan um neyðstøðu, eru skipini tøk at fara til hjálpar, men støðan hjá Varðanum varð ikki mett at vera ein neyðstøða og at missa eitt trol er heldur mett at vera ein neyðstøða.
Annars vísir hann á, at danska sjóverjan er undir Føroyum við skipi og tyrlu og er altíð tøk, tá ið ástendur og tað skal ikki undirmetast.