Hvørjum skulu vit tá liva av???

Símun A. Klein
??????????

Fimmarin tann 2. mars snúði seg fyrst og fremst um, hvørt Føroyar skulu hava eitt tættari tilknýti til ES-felagsskapin ella ei. Og sera vandamikið er at lena seg uppat hesum felagsskapi ið hevur alt annað enn ein sunnan og mennandi fiskarípolitikk. Og ein gløggur lurtari slapp ígjøgnum og spurdi panelið, hvat um nú Føroyar gerast limur í ES-felagsskapinum í nærmastu framtíð ? hvat skulu vit tá liva av!???
Áðrenn nevnast skal her, hví hesin spurningurin um, hvat vit tá skulu liva av, er so sera viðkomandi fyri Føroyar í samband við ES spurningin, so skal fyrst nemast við ein annan spurning ið Anfinn Kallsberg nam við og sum átti at fingið fólk at rakna við eitt sindur.
Føroyar hava verið limur í felagsskapinum EFTA, nú EBS. Men tá Danmark fór úr hesum felagsskapi fyri nøkrum árum síðani, fekk Føroyar ikki loyvi til at verða verandi í hesum felagsskapi tí Danmark fór úr, nei, tí sum sokallaður partur av Danmark undie in lítil limur ikki vera sitandi eftir tá sjálvt likamið fór úr EFTA/EBS. Tí má ein seta sær sjálvum spurningin,at tá nú hetta likamið (Danmark) hevur limað seg so djúpt inní ES eftirhondini, um tað nú yvirhøvur verður loyvt Føroyum av sjálvum likaminum at vera full-komiliga uttanfyri ES, men hvussu djúpt Føroyar longu á loyniligan hátt eru limaðar inní ES? Tí so mikið er staðfest, at tá Danmark fór úr EFTA/EBS, so slapp Føroyar ikki sum ein danskur limur at sita eftir í fríði og náðum, men noyddist at fylgja við Danmark burturúr áðurnevnda felagsskapi. Á sama hátt noyðast Føroyar at fylgja við Danmark inní ES, líkamikið hvat vit so enn siga og meina um sakina. Fer ein maður á bingo, so fylgir gumpurin við og verður harvið ikki sitandi eftir við hús!
Tí, eru Føroyar ein partur av Danmark sum tað nú altíð verður framført av politikkarunum í Føroyum, so sleppa Føroyar líka so lítið undir at vera í ES eins og aðrir partar av Danmark sleppa undan limaskapi. Kann Bornholm ella Læsø siga, at tær ikki eru limir í ES?
Eitt mugu vit gera okkum klárt. og tað er, at hvør støða Føroyar er í samband við limaskapi í ES, er ikki sami boðskapur danska stjórnin letur ES-parlamentið uppí hendur sammett við tey boð danska stjórnin letur Føroya fólki uppí hendur. Og hesin framferðarháttur er ikki nýggjur hjá donsku stjórnini. Øll vita vit hvussu danska stjórnin hevur logið fyri ST um hvørt vit kenna okkum sum danir ella føroyingar. Eingin ivi má tí heldur vera í, at danska stjórnin fer at gera royndir at lúgva Føroyar uppí ES og hvar í Føroyar neyvan nakrantíð sleppa at nýta demokratiskan hátt at taka støðu til málið og hvar í fólkaatkvøðurnar í 1972, 92, 93, 98 v.m. viðv. ES-limaskapin prógvar forboð fyri at nýta demokratiskan framferðarhátt í Føroyum eins og í so mongum øðrum tilburðum í farnum tíðum í oyggjasamfelagi okkara, hóast danska grundlógin sigur, at eitt slíkt mál viðvíkjandi ES skal fyrileggjast fólkatingsveljarun-um til atkvøðu um málið.
Men vera føroyingar so ikki roknaðir fyri fólkatingsveljarar? Ella vera føroyingar bara roknaðir fyri fólkatingsveljarar tá tað best passar inn í myndina hjá teim ráðandi, men annars ikki? At tvíhalda um tað at Føroyar eru ein partur av Danmark, men so at siga ongantíð sleppa at vera við í demokratiskum handlingum sum ein partur av Danmark, gevur als onga meining og tænir bert einum endamáli, og tað er at halda vanliga borgaran tilvitað fyri gjøldur, og tilvitað lívbjarga lumman hjá ráðandi stættini! Tá flest allir polit-iskir flokkar í Føroyum halda fast við, at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, men samstundis halda uppá tað, at føroyingar ikki roknast fyri fólkatingsveljarar undir somu grundlóg, so kunnu føroysku politisku flokkarnir neyvan koma longur út at skíta, enn hvat teir eru í dag!
Men um Føroyar nú gerast fult út limur í ES, hvat skulu føroyingar tá liva av? Spurningurin er sera viðkomandi, tí at tá Danmark fór uppí ES í 1973, vóru umleið 20.000 fiskifør í danska flotanum. Eftir góð 30 ár í ES, er danski fiskiflotin minkaður niður í umleið 2.000 fiskifør ella ein minking uppá umleið 90%!
Í Danmark er hetta ein katastrofa fyri fiskimenn og teirra familjur yvirhøvur, men sum heild fyri Danmark merkist hetta ikki so nógv, tí at Danmark hevur so nógvar aðrar hestar at spæla uppá, og hevur hetta tí ikki nerva tann danska búskapin nakað av týdningi. Men fyri Føroyar verður tað ein verri katastrofa um nú fiskarípoli-tikkur Føroya verður stýrdur frá Bruxell ella hvar so ES parmalentið til endans fær sær ein fastan bústað at stjórna og valda í framtíðini. Sleppur ES ordiliga framat í Føroyum, verður sami niðurskurður gjørdur í føroyska fiskiflotanum. Tá verður hetta at samanlíkna við etniska útreinsan í Føroyum við tað at tilverugrundarlagið hjá føroyingum bleiv tikið burtur, og flest allir føroyingar koma at vera drivnir til onnur lond sum økonomiskir flygtningar. Tann tankin, at politikkarar í nærmastu framtíð noyðast at samráðast við danir um, hvussu mong fólk skulu flytast av landinum vegna áðurnevnda, er ikki so óvið-komandi longur sum fyrr, tí at Danmark skal fyrsta dagin til at stemma um nýggju ES grundlógina, og verður stemmað ja til hesa í heyst, so vera fyrivarnini uttan iva eftir hetta tikin vekk.
Verða fyrivarnini hja Danmark tikin vekk og einki verður broytt í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, kemur hetta at føra við sær, at fleiir av teimum málsøkjum í Før-oyum ið roknast fyri at vera ríkismál, koma beinleiðis undir ES vald og harvið ES ávirkan, sjálvt um føroyingar siga ella halda seg vera uttanfyri ES. Trúgvi tí ikki at nakar føroyingur torir at gambla við hesum áðurnevnda sera viðkomandi evni!
Tí sleppa føroyingar ikki at snúgva sær undan longur og noyðast harvið at koma fram til eina loysn viðvíkjandi Føroyum, nú roknast kann við at Danmark skjótt fer at taka fyrivarnini av. Tí eitt er vist, at sum sokallaður partur av Danmark sleppa føroyingar ongantíð í verandi støðu á eitt ES val, tí danir hava fyri langari tíð síðani vald fyri føroyingar bæði í 72, 92,93, 98 og aftur nú í heyst, meðan føroyingar framvegis liggja í fasta svøvni.
Skulu føroyingar yvirhøvur gera sær vónir um at sleppa at velja demokratiskt og harvið taka eina støðu til ES, ja ella nei, so mugu Føroyar gerast sjálv-støðugar fyrst. Og tann vegurin sum er verður sera langur, um føroyingar ikki av hjarta vilja trýsta á tað eyma punktið hjá dønum og sum danir ræðast verri enn sjálvan hin versta! ? Tó, hetta eyma punktið hjá dønum skal ikki lýsast á hesum sinni.