Hvørjum skulu vit liva av ?

   

Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum til Býráðsvalið
???????????

Sum tað fjólgaði mína gomlu fiskasølusál at hoyra at JFK Trol hevur gjørt ein stóran sáttmála við heimsfyritøkuna Marcks & Spencer. Chilled seafood, fiskur frystur í Barentshavinum, tiðnaður upp aftur og seldur sum feskar portiónir í Onglandi. Aftan-á fyri hetta liggur miðvíst arbeiði, visiónir, motivatión og stuðul frá lokalsamfelagnum í Klaksvík og eitt Býráð sum stuðlar vinnulívinum í Klaksvík
Onki slíkt hoyrist í Tórshavn. Onki verður gjørt frá Býráðsins síðu fyri at gera tað attraktivt hjá útlendsk-um feløgum at koma henda vegin. Í okkara høvuðsstaði, sum skulu havt allar fyrimunir og møgulleikar til ymiskar framleiðslur er snøgt sagt ONKI, eg endurtaki ONKI sum eitur eitt kommunalt, vinnuligt umhvørvi. Vit eru vinarbýir við oljubýir sum Stavanger og Aberdeen ? men hvat síggja vit til tað? Sweet nothing
Nýggja Tjóðveldis Býráðið fer at gera vinnulívið í Tórshavn meira virkið og skal stutt nevnast:

?Setast skal á stovn eitt progressivt vinnuráð við einum Vinnumálaráðharri fyri Tórshavn við einum budgetti uppá 25 Mio árliga til at stuðla og kveikja nyggjar vinnur.
?Arbeiðast skal aktivt við at fáa altjóða feløg at búseta seg í Tórshavn.
?Grundstykkir skulu latast uppá SERA lagaligar treytir til fólk sum fara undir framleiðslur.
?Oljuvinnan og frálandavinnan skal mennast í Tórshavn. Helikoptarastøð skal byggjast á Glyvursnesi til endamálið.