John Johannessen
Hvøt er tann rætti blái liturin og hvør er tann rætti reyði liturin í tí føroyska flagginum? Hetta er ein spurningur, ið ofta hevur verið settur millum prentsmiðjufólk, málarar og onnur, ið takast við at framleiða føroysk fløgg í ymsikum sniðum og til ymsik endamál. Men nú ætla Høgni Hoydal og landsstýrið at beina fyri øllum iva viðvíkjandi litunum á føroyska flagginum.
Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 stendur, at føroyska flaggið er hvítt, fagurreytt og azurblátt. Hetta er ikki nóg mikið til at staðfesta rætta litin á føroyska flagginum, og tískil hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið lagt fram uppskot um, at altjóða talkodurnar fyri hesum litum verða skoyttar uppí lógina. Sostatt verður eftir orðið ?fagurreytt? sett PMS 186 og eftir orðið azurblárandaður sett PMS 3005.
Hetta uppskot varð eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 bein í rættarnevndina, og varð tað viðgjørt á rættarnevndarfundi í gjár.