Hvørji ráð eru móti timburmonnum?

- Matur ger, at kroppurin hevur okkurt at arbeiða við, sum ikki bara er eitur. Alkohol er nevniliga reint eitur fyri magan, sigur danskur kostráðgevi.

Um ólavsøkuna verður ivaleyst meira drukkið enn eitt vanligt vikuskifti. Nøkur túsund fólk leita sær til høvuðsstaðin at hitta familju, vinir ella kenningar og annars at verða við til tey tiltøk, sum fólk halda vera áhugaverd á ólavsøku.

 

Men, hjá ongum stendur tíðin í stað, og tað er munur á, hvat tú kundi, tá tú var yngri, og nú tú ert vorðin tilkomin. Munurin merkist ikki minst dagin eftir veitsluna, har mangur hevur sannað, at tað ikki ber til at leska sær av tí sterka slagnum sum áður.

 

- Nøgdin av vætu í kroppinum minkar við aldrinum, og tí gevur sama nøgd av alkoholi, sum tú áður kundi drekka, eina hægri promillu. Kroppurin hevur ikki sama mótstøðuføri mótvegis alkoholi á tilkomnum árum, sum tá tú var yngri.

 

Tað veit danska Heilsustýrið at siga. Lagt verður aftrat, at felags fyri øll, sum fara út at hugna sær og sum ætla sær at drekka, er, at veitslufólk - yngri sum tilkomin - frammanundan hava etið okkurt, tí alkohol er harður kostur fyri magan.

 

Heidi Rydahl Jensen, sum er danskur kostráðgevi, sigur, at maturin ger, at kroppurin hevur okkurt at arbeiða við, sum ikki bara er eitur. Alkohol er reint eitur fyri magan, men hevur tú etið, áðrenn tú drekkur nakað serligt, fer alkoholið ikki so skjótt út í blóðið.

 

- Tá drukkið verður niður í tóman maga, verður tíðin frá tí, at tú verður full/-ur, til tú verður illa fyri og skirvislig/-ur, styttri. Ja, henda tíðin verður so stutt, at tú ikki nær at steðga, meðan tíð er. Ráðini eru tískil at eta nógv, og skilagott er eisini at eta feitan mat, fisk og groft breyð.

 

Heidi Rydahl Jensen vísir á, at tað er serliga vágiligt at drekka snapsir niður í tóman maga. Drekkur tú ikki alkohol vanliga, er tað snapsin, tú eigur at halda teg burtur frá. Eini gomul og góð ráð eru eisini, at tú ikki blandar øl og vín saman, tá slík blanding kann geva ógvusligar timburmenn.

 

Kostráðgevin sigur, at tað vágiliga við at blanda vín, øl og snaps saman er, at sløgini hava ymiskar nøgdir av alkoholi í sær, og tí kunnu fólk, sum drekka av fleiri sløgum, missa tamarhaldið á samlaðu alkoholnýtsluni. Onnur góð ráð eru at drekka nógv vatn, meðan kvøldið gongur og gjarna eisini, áðrenn tú fert í song.

 

Heidi Rydahl Jensen vísir á, at timburmenn ikki minst er troyttleiki, og tá fólk hava fingið ríkiligt av alkoholi, er ikki altíð, at likamið klárar at brenna alt, meðan vit sova. Tað er ótørvurin - ella avfallsevnini - sum vit framvegis hava í likaminum sum gera, at vit hava timburmenn, leggur hon aftrat.

 

Hvørji eru so góðu ráðini móti timburmonnum?

 

* Steðga við at drekka einar 2-3 tímar, áðrenn tú fert í song. Tak ein sving om á dansigólvinum, so tú brennir eitt sindur av alkoholi. Tað verður tú glað/-ur fyri dagin eftir.

* Um alkoholið legði ein ”dempara” á matarlystin, kanst tú eta onkran bita fyri songartíð, soleiðis at likamið hevur okkurt at arbeiða við.

* Drekk vatn leypandi gjøgnum kvøldið og náttina, helst eitt vatnglas millum hvønn snapsin. Eitt stórt glas við vatni við bæði salti og sukuri smakkar ikki væl, men tað er gott móti timburmonnum, tá tað verður drukkið fyri songartíð.

Keldur: Diætisthuset/ Sunhedsstyrelsen & Netdoktor