Týsk bløð skriva í hesum døgum nógv um at eitt nýtt europeiskt almenni møguligani er føtt. Kendi týski heimspekingurin Jürgen Habermas, italienski Umberto Eco, franski Jacques Derrida, Fernando Savater frá Spania, Gianni Vattimo úr Italiu og Richard Rorty úr USA hava tikið seg saman at orða eina tulking av einum nýggjum møguligum og neyðug samleika fyri eitt ?kjarnu Europa?. Teirra boðskapur vakti stóran ans. Teirra tulking er at vit í Europa í dag eru veik og ósamd mótvegis. Hetta serliga í viðurskiftinum til USA. Bløð sum FAZ (Frankfurter Allgemeine Zeitung), Libération, La Repubblica, El Pais og Süddeutscher Zeitung hava skriva nógv um hetta í hesum døgum. Royndin hjá habermas og teimum kendu intellektuellu er ein visión um eina yvir-tjóðar europeiska ?tjóðarbygging?, í eini tíð har serliga Frankaríki og Týskland eru sera ósamd við USA og langt frá hvørjum øðrum.
Jürgen Habermas er ein stórur heimspekinguri og sosiologur, ið upprunaliga kom úr kenda Frankfurtaraskúlanum, ið fram til annan heimsbardaga helt til í Frankfurt an der Oder. Habermas er nógv virdur millum manna og tað klæðir tiltakinum at hann stendur á odda, ið leggur seg tætt at ein grein hann skrivaði í 1996 um nationalstatin í Europa í dag sum er undir broytingum eftir at ES, altjóðagerðingin og broyttar heimsmyndir krevja eitt nýtt slag av virðum, har t.d. hvør tjóð ikki kann halda á at vísa á eina savnandi kensluborna eind, ið vísir til ein tjóðskaparligan samleika, ið nærum altíð er skaptur á einum mytiskum og irationellum lendi, sum í endar við at blaka innflytarar og onnur fólkasløg í einum landi í ein bólk, ið eitur ikki veruligir ?týskarar?, ?danir? ella ?fransmenn?. Bólkurin av intellektuellum vilja skapa eitt sterkt og savnað Europa, eitt ?kjarnueuropa?, har londini hava sama uttanríkis og trygdarpolitik. Die Zeit finst tó at ætlanini, at hon er hin sama sum eftir annan heimsbardaga, at sameina Fraklandi, Týskland, Belgia, Luxsemburg og Italien (í dag uttan Berlusconi). Skribenturin hjá Die Zeit er bangin fyri at eitt slíkt tiltak kann enda sum eitt ?nationalistiskt? rakstrarróp og sum ein slagsangur, eins og ein internationale. Die Zeit er sum ein týsk avís runnin úr einum týskum siði at demonisera alt, ið bert minnir um nationalismu, ið møguligani í hesum føri er ein skeiv meting.
Hvat er europiskt og hvat er ikki?
Teir intellektuellu í bólkinum royna at tulka hvat er europeiskt í dag. Mangan endar ?tað europeiska? sum tað, ið ikki er amerikanskt. habermas heldur t.d. fyri at europeiskur samleiki byggir á sekularisering (mótvegis amerikanska Bush), at vilja fremja sosialar skipanir, vistfrøði, eitt atfinningarsemi mótvegis tøkni, mótstøða mótvegis at hin sterkari hevur rætt, ikki at vilja geva statinum meiri vald. Habermas heldur at grundfest europeisk virði ikki sum so eru europeisk, men vesturlendsk og tí meiri universel. Amerikumaðurin Richard Rorty er við í bólkinum fyri at styrkja Europa, og á tann hátt at fáa eitt annað og betri Amerika. Emberto Eco úr italia er ikki samdur við Habermas, hann heldur ikki at alt er so einfalt. Amerika er ikki móti hesum virðum, sum eru í orðingini hjá Habermas. Eco meinar ikki at Amerika er ?the other/das Andere?.
USA og Europa
Italski heimspekingurin Gianni Vattimo, ið eisini er limur í Europaráðnum, viðgongur at ein ávís øði mótvegis Bush liggur aftanfyri hesa álvarsomu royndina at seta fram ein europeiskan samleika. Vattimo meinar at neyðugt er at: ?skapa eina aðra visión um lívið, eitt annað hugtak um tað góða lívið og eina aðra eksistentiella ætlan?.
Handan ætlanina er eisini ein roynd at fyrihalda seg til valdsjavnvágina í dag, til heimskapitalismuna, ið byggir á upplýsing og á gomul klassisk vælferðarhugtøk, í mun til trúðar- og liberalismumentania í USA.
Á ein hátt eri eg samdur við fleiri kritikarum, ið hava ført fram, at Habermas og hinir intellektuellu byggja ein verjugarð rundan um ein longsul eftir fortíðini, tíðina áðrenn 1989, altjóðagerðingina, 11 septembur 2001 og at gomlu eystanlondini skjótt eru við í EU. Habermas og Derrida vóru frammi longu 15 február við atfinningum motvegis USA. Teir skilja ikki at t.d.ein maður sum Václav Havel stuðlaði USA í Irak, at hetta ikki bert var av populistiskum orsøkum, men av at hesin og onnur eystanfyri hava livað síni bestu ár í diktatoriskum statum, ið tey intellektuellu vestanfyri ikki funnust at. Vilja fólk sum Habermas ikki viðurkenna hitt veruliga stóra Europa og at tíðin eftir 1989 er ein onnur, kemur hetta tiltak at doyggja. Tankin um at sleppa av við eina so stóra amerikanska politiska ávirkan í Europa er í lagi