Hvørji eru krøvini til náttúruheilivág?

Náttúrulæknaheilivágur skal ikki testast vísundaliga á menniskjum ella dýrum, áðrenn hann verður góðkendur

Vilmund Jacobsen

Hvørji krøv seta myndugleikarnir til náttúrulæknaheilivág?
Her eru krøv til virknað og dygd.
Framleiðarar skulu eitt nú skjalprógva virknaðin við heili­vág­num við at vísa til vitan um lækna­plant­ur í viðurkendum yrkis­bók­ment­um innan økið.
Ein seðil fylgir eisini við náttúr­u­lækna­heilivági, har lesast kann um virkn­að og hjáárin av vøruni.
Náttúrulæknaheilivágur skal tó ikki testast vísundaliga á menni­skj­um ella dýrum, áðrenn hann verð­ur góðkendur. Á henda hátt skilir hesin heilivágur seg frá øðr­um heil­ivági í handkeypi og re­sept.
Tað, sum rópt verður ”veru­ligu­r heilivágur”, hevur størri inni­hald av virknum evnum enn náttúru­læknaheilivágur hevur.
Tað er danska Heilsustýrið sum tryggjar, at náttúrulæknaheilivágur hevur tað innihald, sum stendur á pakka­num, og at hesin heilivágur hev­ur somu dygd sum annar heili­vág­ur annars hevur.

Spyr teg fyri
w Tekur tú vanligan heilivág, er tað skilagott at spyrja á apoteki ella hjá lækna, áðrenn tú eisini tekur náttúruheilivág.
Sum eitt alternativ, kanst tú sjálv/-ur lesa á heimasíðuni www.medicinkombination.dk, um tað er í lagi at taka ávís sløg av náttúru­heili­vági saman við van­lig­um heili­vági.