Svenning av Lofti
Støðan í miðeystri er broytt nógv síðani Hamas vann palestinska valið. Nógvar metingar er gjørdar av støðuni, ið gjørdist øðrvísi enn mong høvdu væntað. Men veruleikin er so tann, at ein yvirgangsfelagsskapur situr nú við valdinum í Palestina. Betri kor og betri framtíð eg hevði ynskt neyðstadda palestinska fólkinum enn hana tey óivað fara fáa undir hesum nýggja stýrinum. Eisini hevði eg ynskt jagstraða ísraelska fólkinum ein betri granna enn Hamas. Men farna Fatah-stýrið var lítið mætari.
Vónsvik og alt í leysum lofti
Støðan í miðeystri kann broytast frá degi til dags. Ikki einans Fatah-flokkurin hjá Abbas, men eisini ísraelska stjórnin og fólkið er vónsvikið av valúrslitinum. Sharon hevur ligið í vitloysi í fleiri vikur, men ikki er óhugsandi at hann um ikki fyrr, so NÚ hevði fingið heilabløðing av vónsviki, eftir at hava dragsað sínar egnu landsmenn eftir hárinum úr Gaza og givið palestinum ávakstarmikla økið, sum jødar við bit og slit høvdu dýrkað til ein blómandi úrtagarð men sum nú endaði í hondunum á sjálvum stýrinum hjá yvirgangsfelagskapinum Hamas.
Eftir at ferðast í Ísrael við ferðafólki mestsum á hvørjum ári seinastu 30 árini, merkir ein tann hjartaliga longsul, ið hetta fólk hevur eftir friði og góðum felagsskapi við grannar sínar, ein longsul, ið tey hildu Sharon kundi gera til veruleika. Men nú hann fekk hóttafall kenna hesi sum at alt hongur í leysum lofti.
Tilvild ella?
Hví broyttist Ariel Sharon til eina friðardúgvu? So gott sum tað endamáli tykst hava verið, so meti eg sjálvur at í orsøkini til at Sharon stríddist so nógv fyri at koma til sættist við palestinar, sum hann gjørdi. Og júst henda ivasama orsøk kanska gjørdi, at alt nú er dottið á gólvið.
Ariel Sharon var fyri hørðum atfinningum í samband við óbótagerðirnar í palestinsku flóttafólkalegunum Sabra og Shatila í Libanon í 1982, tá libanesiskir falangistahermenn, ið tóku lut saman við Ísraelska herinum undir innrásini í Libanon, drópu frá hond. Hóast eingin ísraelskur hermaður var við í hesi illgerð, so vildu summi geva Ariel Sharon skuldina fyri hetta, tí hann hevði ábyrgdina av innrásini. Ísraelsmenn høvdu als ongan lut høvdu í hesum, men gjørdu tað stóra mistak at lata falangistarnar fara inn í flóttalegurnar at leita eftir Hisbolla-yvirgangsfólki. Hetta áttu ísraelsmenn sjálvir at havt gjørt!
Ariel Sharon var fyri miklum ákoyringum fyri hetta mistak. Ja, menn vildu hava hann fyri mannarættindardómstólin í Haag.
Men hvør var so orsøkin til, at sterki generalurin og stálsetti høgrapolitikkarin Ariel Sharon umbroytist til at gerast ein friðardúgva, sum fór longri í land fyri friði-politikkinum enn teir á vinstravonginum nakrantíð droymdu um at fara?
Mín meting er, at Ariel Sharon komin væl til árini gjørdi sær sjálvum greitt, at hann vildi ikki at fólk skuldu minnast hann í samband við Sabra og Shatila, og at hann tí vildi mana burtur hetta spøkilsi, so at hann kundi enda lív sítt og eiga umdømi sum ein friðarmaður, .
Hann royndi, men sigast má, at henda roynd Ariel Sharons, eydnaðist ikki til fulnar. Tann stóri spurningurin er hví? Er tað ein andalig og bíbilsk frágreiðing til hetta?
Ella er tað tilvild?
Sjálvur trúgvi eg ikki upp á at tilvildin ræður tá tað snýr seg um Ísrael og framtíð tess! Tvørturímóti!