Hvørjar almennar útreiðslur eru neyðugar

    

Oman á alt rokið, sum stóðst av 2. viðgerð av málinum um uppihaldspening, kemur landsstýrismaðurin í almannamálum við fráboðan um, at hann ætlar at leggja málið fram aftur aftan á ólavsøku. Skal ikki fara í smálutir viðvíkjandi órógvandi foreinklingini av málinum og annars royndunum at rættvísgera tað. Tó eru nógv onnur og sera týðandi viðurskifti tengd at málinum enn tey, landsstýrismaðurin ber fram. Í veru-leikanum kann málið gerast byrjanin til eina uppgerð um, hvørjar almennar útreiðslur eru neyðugar. Eingin ivi skal valda um, at hendan uppgerðin er bæði neyðug og gagnlig, men er talan í hesum føri er um mál, tilvildarliga tikið úr rúgvuni, og spurningurin er, um Tjóðveldisflokkurin er til dystin fús at arbeiða soleiðis við einum so vitali spurningi, nevniliga hvørjar útreiðslur eru neyðugar almennar útreiðslur, og hvørjar eru tað ikki.
Fari til stuttleika at royna at greina eitt yvirlit yvir, hvørjar útreiðslur viðvíkjandi børnum eru almennar, hetta m.a. fyri at vísa á, hvussu tilvildarligt og ivaleyst eisini órættvíst tað er, soleiðis at hála teppið undan so nógvum.

Vit kosta frá byrjan
Longu langt áðrenn vit koma í verðina, eru flestu okkara almenn útreiðsla, eftir mínum tykki neyðug almenn útreiðsla. Tá kvinna hevur varhugan av, at hon er við barn, fer hon til lækna. Og er hon við barn, fer hon regluliga bæði til lækna og jarðamóður. Hon verður kanska skannað. Hon fer kanska úr arbeiði í ótíð. Og tá tíðin er komin, fer hon á føðideild. Tá mamma og barn eru heimkomin, skal mamman vera heima hjá barninum í minst seks mánaðar, men skal hava løn allíkavæl.(við tíðini fer pápin nátúrliga at taka sína helvt av barnburðarfarloyvinum, við hesum økist frælsi kvinnurnar, men verður av teirri orsøk ikki talan um lægri almennar útreiðslur, heldur hinvegin.). Hon fær vitjan av heilsusystir, fer til barnakanning. Tá barnið er hálvt ár, fer tað kanska í vøggustovu ella aðra pleygu. Sleppur barnið ongan veg, kann mamman ikki fara til arbeiðis, og so skulu hon og kanska eina ferð pápin framhaldandi hava løn frá tí almenna. Fyrr ella seinni sleppur barnið á stovn, og gjalda foreldrini tá ein triðing av kostnaðinum, tað almenna ella rættari kommunurnar restina. Tey foreldur, sum ikki hava góð ráð, tey fáa heilt ella lutvíst frípláss. Umframt regluligar læknakanningar fær barnið tilboð um at vera kannað av tannlækna eisini. Serútbúgvin fólk frá Sernámsdeplinum vitja stovnarnar. Barnið fer í skúla, og fær aftur samband við heilsusystrar. Tey, sum ikki klára seg fáa tilboð um serundirvísing, onkur fær stuðul. Børnini fáa tilboð um frítíðaraktivitetir, sum eisini verða alment stuðlaðir. Tey børn, sum ikki finna javnvágina og annars ikki klára seg í vanligum umfari við onnur, tey kunnu koma í samband við barnaforsorgarmyndugleikar ella undir onnur serlig átøk.
Talan er um stórar almennar útreiðslur frá byrjan, og hóast ein kanska kundi hugsað sær okkurt øðrvísi ella heilt øðrvísi, so er talan um neyðugar almennar útreiðslur. Oman á alt hetta halda myndugleikarnir, at foreldur eisini skulu stuðlast á annan hátt, tá tey hava børn. Her verður fyrst og fremst hugsað um barnafrádráttin í skattinum.

Tá børnini ikki koma
Tað almenna stendur eisini til reiðar at gjalda, tá børnini ikki vilja koma. Tá einki úrslit kemur burtur úr nátúrligu royndunum, verða menn og kvinnur gjøllað kannað. Tey fáa tilboð um viðgerð, um alternativar møguleikar og um at ættleiða. Viðgerðin og alternativu royndirnar eru ókeypis, meðan tað almenna veitir stuðul til ættleiðing. Alt hetta verður gjørt, tí vit halda tað vera ein mannarætt at fáa okkara egnu børn, ella at vit sleppa at uppala børn. Talan er tí um neyðugar almennar útreiðslur.

Tá børnini eru óynskt
Tað kemur meira enn so fyri, at kvinnur gerast við barn, hóast tær als ikki hava ynskt at blíva tað. Skal ikki fara í smálutir, hví barnið kann vera óynskt, men møguleikarnir eru fleiri at sleppa undan avleiðingunum. Læknin kann geva kvinnuni irðanarbolla, um hon kemur í tøkum tíma. Kvinna kann fáa fosturtøku, her ella aðrastaðni, og eigur hon tá at fáa neyva og viðkomandi ráðgeving. Tað ber eisini til at lata ókend ættleiða nýfødda barnið, men er hendan loysnin meiri sjaldsom nú. Hetta er ikki tann mest tespiligi parturin av søguni, men kostar hann alt annað líka eisini almennar pengar. Nøkur halda, talan er um neyðugar almennar útreiðslur, onnur eru ósamd.

Tá fólk skiljast
Tað kemur tíverri eisini alsamt oftari fyri at fólk, sum hava fingið barn ella børn saman, fara hvør til sítt. Myndugleikar koma upp í, onkur roynir at mekla, aðrir myndugleikar gera úrskurð. Enn eitur einki felags foreldrarætttur her á landi, og búgva skilnaðarbørn vanliga hjá mammuni, sum eisini hevur allan foreldrarættin. Hesum hevur mamman útreiðslur av, og fær hon tí barnapengar, kanska konugjald og barnafrádráttin í skattinum. Í nøkrum førum er talan um hækkaði gjøld, er inntøka mansins yvir eitt ávíst. Einligar mammur fáa ofta frípláss á stovni. Pápin, sum skal rinda barnapening og kanska eisini konugjald, fær eina helvt av hesum útreiðslunum endurgoldnar úr landskassanum. Flestu halda, at útreiðslur landskassans í samband við hjúnaskilnað eru neyðugar, meðan onnur eftir øllum at døma ikki eru fult samd.

Hví júst fráskildu páparnir
Nú kunnu flestu okkara skjótt gerast samd um, at støðan hjá nógvum einligum mammum er alt annað enn góð. Og eiga myndugleikarnir eisini at seta hesi viðurskifti undir luppin. Tó verður støðan hjá einligu mammunum og fyri so vítt eisini børnum hennara ikki petti betri, um vit hála teppið undan fyrrverandi drongi ella manni hennara. Støða mansins kann ikki einfaldgerast við at seta krónutalið upp og so býta við tvey, og síðan sammeta hetta býtta krónutalið okkurt tilvildarligt. Landsstýrismaðurin nýtti ølkassan sum dømi, tú kann nýta ein gott bowlingkvøld, ein einvegis túr til Suðuroyar fyri fýra við bili, og tú kann nevna óteljandi dømi. Men støðan er tíverri ikki so einføld. Var hon tað, var gaman í at taka undir við uppskotinum. Talan er fyri tað fyrsta ofta um fleiri enn eitt barn, og talan er rættiliga ofta um útreiðslur oman á tær, pápin nú hevur í øðrum hjúnalagi ella leysagiftu. Kanska eru onnur børn á skránni, onnur hús o.s.fr. Pápar hava eisini ofta aðrar og stórar útreiðslur umframt uppihaldspeningin at gjalda. T.d. tá hann skal hava samkvemm við børn, sum búgva í t.d. Danmark. Nógvir fráskildir pápar eru, sum er, kanska eins illa staddir og illa støddu fráskildu mammurnar. Skulu teir nú missa endurgjaldið fyri uppihaldspeningin, verður støðan hjá fleiri teirra so ring og so álvarslig, at hon kann elva til álvarsligar fíggjarligar, sálarligar og sosialar avleiðingar fyri ikki bert teir, men eisini eitt ótal av kvinnum og børnum.
Talan er í veruleikanum um eina evarska lítla sparing, tilvildarliga vald úr rúgvuni, og sum tí heldur ikki fer at muna nevnivert í royndunum at fáa ein sjálvberandi búskap. Sparingin kann hin vegin lættliga hava so álvarsligar avleið-ingar við sær, at sosiala skipanin skjótt stendur við einum nýggjum slagi av viðskiftafólkum, sum fara kosta nógv meira enn ætlaða sparingin kanska fer at geva.

Eru almennar útreiðslur neyðugar
Nú hevur tað leingi verið ein illa duld almenn loyna, at ein fittur partur av samgongumanningini halda, at vit hava ov nógvar og stórar almennar útreiðslur. Og munnu flestu vera samd í tí, at almenni peningurin langt frá altíð er best gagnnýttur. Nú veit eg ikki, um tað loysir seg at skjóta upp fyri samgonguni at viðgera spurningin um hvørjar almennar útreiðslur eru viðkomandi og neyðugar, og hvørjar ikki eru tað. Men eg fari í hvussu er at skjóta hetta upp fyri Tjóðveldisflokkinum, m.a. tí flokkurin fyri egnar sakir og ikki minni fyri veljarans eigur at melda greitt út á hesum øki. Hugsa vit t.d. um allar tær almennu útreiðslurnar, eg havi nevnt omanfyri, so er bert tann eina tikin úr rúgvuni og skal konverterast til brúkaragjald. Hvør verður so næsta, og eru vit nú av álvara farin undir at konvertera, tað vit higar til hava mett sum neyðugar almennar útreiðslur, til brúkaragjøld? Hendan uppgerð og eftirfylgjandi útmelding er neyðugt, ikki minst tá vit hugsa um, at eitt av fremstu málum politikaranna er, at fremja eitt so rættvíst býti av skattakrónum og øðrum almennum pengum, sum tilber.
Úr oman fyri standandi kunnu fólk lesa grundgevingar mínar fyri ikki at taka undir við uppskotinum um at avtaka stuðulin til uppihaldspening. Lesarin sær sostatt, at grundgevingar mínar ikki bygdu á øvundsjúku og maktgirnd. Grundgevingin var hugsjónarlig og ein saklig meting av avleiðingunum, varð uppskotið samtykt.
Eg fari tí staðiliga at heita á landsstýrismannin, samgonguna, flokkin og ikki minst fíggjarnevndina um ikki at fremja ætlaðu sparingarnar viðvíkjandi uppihaldspeninginum. Uppskotið ger ikki støðuna hjá nøkrum samfelagsbólki betri, bert versnar støðan hjá pápunum, og teimum hann varar av, munandi. Hugsið heldur um, hvussu vit betra um støðuna hjá framtíð okkara, nevniliga okkara børnum. Sjálvsagt er tað í lagi at spara, har sum sparast kann. Og møguleikarnir eru fleiri. Hetta krevur bert, at politikararnir hava neyðuga dirvið at traðka á tærnar ávísum veljarum. Hetta dirvið tykjast okkara politikarar tíverri ikki at hava, og tí loypa teir um garðin, har hesin er lægstur.