Hvørgin vildi tapa

Í einum taktiskum dysti við Margáir, sum var merktur av, at hvørki B36 ella EB/Streymur vildi tapa, kom onki av teimum ofta tilvildarligu málunum í tílíkum dystum, og tí býttu Mikkjal Thomassen og Sigfríður Clementsen stigini sum brøður

Fótbóltur

 

Tað var nógv kempað og nógvur taktikkur var við Margáir í gjár, men hugflogið var lítið, og tá hvørki Brima Koroma ella Brian Olsen megnaði at fáa tilvildarliga málið, ið ofta kemur í tílíkum dystum, gjørdist talan um eina lítið undirhaldandi nullloysn í Streymnesi.

EB/Streymur royndi frá byrjan onkursvegna at seta seg á dystin, men tað sást beinanvegin, at Sigfríður Clementsen ikki ætlaði at standa berur í aftaru ketunum, tí hann hevði framvegis Sorin Anghel í miðverjuni saman við Egili á Bø, meðan Marni Djurhuus hevði ein líggja-leiklut á miðjuni. EB/Streymur hevði tó tað mesta av spælinum, men hugflogið var lítið.

Hetta passaði helst B36 væl, tí tað vísti seg, at B36 satsaði upp á at standa væl, nú teir skuldu spæla ímóti einum av frægaru liðunum á útivølli, fyri síðani at fáa nøkur kontraálop, sum Brima Koroma skuldi nýta at renna frá Sorini Anghel og Egili á Bø. Hetta eydnaðist í ávísan mun, tí Egil á Bø fekkseinna gula kortið, fyri at bremsa einum tílíkum mótálopið.

Ein tílíkur kontramøguleiki mundi eisini koppað dystinum til fyrimuns fyri B36, tá seinni hálvleikur var komin nakað áleiðis.

 

Høvd ella armur

Eftir at EB/Streymur hevði verið í álopið einaferð í seinna hálvleiki, gekk rættiliga skjót hinvegin. Brima Koroma bleiv spældur leysur, og hevði púra frítt at fara ímóti málinum hjá EB/Streymi.

Gunnar á Steig, sum aftur í dag vardi málið hjá EB/Streymi, sá ikki út til at hava álit á, at Sorin Anghel skuldi klára at renna Koroma aftur, og gjørdi av at satsa.

Tá Koroma og Steig vóru so mikið nær hvørjum øðrum, at møguleiki var hjá málmanninum at takkla vóru báðir uttanfyri brotsteigin, og málið púra tómt handan Gunnar á Steig.

Brima Koroma helt tó ikki høvdinum heilt køldum í støðuni og megnaði at mannøvrera bóltin í kroppskinnið á Gunnari á Steig.

Tá stakk stóri spurningurin seg upp. Rakti bólturin armin?

Tað helti Ransin Djurhuus, sum dømdi við Margáir, ikki, og helst rakti bólturin eisini EB/Streymsmálverjan í høvdið.

 

Brian Olsen mundi eisini

Umframt risamøguleikan hjá Brima Koroma slapp B36 ikki til so øgiliga nógv, hóast Sam Malson hevði onkran hálvan møguleika, men eisini á býtinum á møguleikum sást, at teir bláu høvdu bóltin meira.

Hevði antin Gudmundur Nielsen í fyrra hálvleiki ella Arnbjørn Hansen í seinna hálvleiki havt størri hepni við høvdinum, so kundu teir verið vandamiklir, men størsta veruliga møguleikan átti Brian Olsen, tá hann brádliga stóð púra leysur í brotsteiginum hjá B36 við bóltinum fyri fótunum.

Hann gjørdi tað rætta og royndi at skjóta bóltin framvið Tróndi Vatnhamar í økið hálvan metur við síðurnar av málmanninum, har teir ofta hava torført at koma niður. Men Tróndur Vatnhamar hevði lúrt tjørnuvíkingin av og fekk høgra labba á bóltin, so hann rullaði av baklinjuni.

 

Sjey gul

Tað var ongin ivi um, at menn vóru tendraðir, hóast tað ikki gav nakað polerað spæl, tí menn fóru við øllum alvi inn í hvønn nærdyst, og onkuntíð var viljin kanska í so stórur. Bæði Brima Koroma og Egil á Bø sparkaðu nevniliga mótleikarar, tá teir gjørdust eitt sindur seinir, og Egili á Bø steðgaði ikki har, tí tá lítið var eftir av dystinum gjørdist hann ov seinur eftir Brima Koroma, sum kom stormandi eftir miðjuni, og gav ikki dómaranum annað val, enn at geva aldrandi verjuleikaranum seinna gula kortið, sum tí fær okkurt frívikuskifti.

Fýra aðrir leikarar vunnu sær somuleiðis eina ostaflís, og hetta var ikki tí, at Ransin Djuhuus ikki var sloppin upp í bridge leygarkvøldið, tí hann kundi verið nógv harðari.

 

Teir hvítu sveima

Nú meira enn ein fimtingur av kappingini er spældur, er greitt, at flogið undir B36 rættiliga gott, tí lítið hevur verið væntað av teimum hvítu í Havn í ár, og fyri kappingarbyrjan var ein viðmerkjari fyri og annar eftir, sum greiddi frá, hvussu nógv skerdir veingirnir á liðinum vóru. Hesum hava Mikkjal Thomassen og hansara ungar higartil gjørt til skammar við at liggja á øðrum plássi saman við NSÍ.

Hinvegin gerst alsamt greiðari, at tað er torført at verja eitt meistaraheiti, tí EB/Streymur hevur eftir seks umfør 10 stig, eftir at hava tapt ímóti bæði HB og NSÍ, umframt javnleikin ímóti B36. Men í verandi løtu eru trý stig fram til HB.