Eftir 2-2-javnleikin ímillum B36 og NSÍ í Gundadali í dag fekk Tróndur Arge hjá Rás 2 orðið á Róald Jakobsen hjá B36 og Bárð J. Hansen hjá NSÍ.
Hvørki B36 ella NSÍ, sum annars hava verið nevnd sum tvey góð boð upp á topplið, hava fingið nakran sigur hesi fyrstu trý umførini, og teir báðir, Róaldur og Bárður, vóru heldur ikki nøgdir við eitt stig í dag.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.