Hvørgin hevði uppiborið at tapa

Í klárt besta dystinum á árinum eydnaðist tað Fleyr at vinna 3-2 á SÍ. Hevði ein flogbóltsdystur kunnað endað við javnleiki, hevði tað verið einasta rætta úrslitið. Men fyrimyndarligi stríðsviljin hjá Fleyr vann móti sørvingum, sum í roynd og veru bara kunnu takka sær sjálvum, tí teir høvdu ikki færri enn fýra dystarbóltar

Flogbóltur

Eitt av tí sum ger flogbólt so undirhaldandi er, at ein flogbóltsdystur ikki kann enda við javnleiki. Ein vinnari skal finnast, hvussu langa tíð tað so kann taka.
Mest undirhaldandi dysturin higartil í landskappingini varð spældur í Gundadalshøllini leygardagin millum Fleyr og SÍ, men aftaná kundu øll semjast um, at tað var ein dystur, sum hvørgin partur hevði uppiborið at tapa.
Men tað er nú einaferð soleiðis, at reglurnar krevja ein vinnara og ein tapara, og hesaferð bleiv tað so Fleyr sum vann og SÍ sum tapti.
Í byrjanini var annars ikki so nógv sum bendi á, at hetta fór at gerast ein serliga minniligur dystur. Klæmint Isaksen sendi ta allarfyrstu servuna í dystinum beint í netið, og so var linjan líkasum løgd til eitt sett, sum í løtum var rættiliga óruddiligt, og har tað sjáldan bleiv til tað stóra spælið. Ein rúgva av servum endaðu antin í netinum ella vóru tær ov langar, og tá so Fleyr hevði vunnið hetta settið 25-23, høvdu tey flestu hug at yppa øksl, tí tað kundi farið báðar vegir. Ikki tí liðini høvdu víst nakað stórspæl, men meira tí at tey bæði brúktu langa tíð til at koma í gongd.
Men tað bleiv frægari seinni - nógv frægari.

SÍ á sigurskós
Fyrsta sett hevði verið javnt allan vegin, men í næsta setti var tað SÍ, sum var omaná allatíðina. Við støðuni 23-17 sóu teir út til at hava tryggjað sær settið. Tað gjørdu teir eisini við at vinna tað 25-19, men tá kundi eingin vita, at hesi seks stigini, sum vóru á muni, skuldi verða størsti munur sum nakrantíð var á liðunum!
Undan hesum dystinum høvdu úrslitini hjá Fleyr ikki verið nakað serligt at reypa av. Tvær ferðir upp í slag høvdu teir tapt móti botnliðnum ÍF, samstundis sum SÍ hevði verið sannførandi og hevði endurvunnið oddasessin frá Fram. Um nakar kundi kallast favorittur til henda dystin, mátti tað tí vera SÍ - sjálvt um Fleyr hevði víst gott spæl í Mjølnirkappingini vikuna fyri og eisini var komið í finaluna í hesi kappingini.
Tí bleiv eingin bilsin av, at SÍ eisini vann triðja sett. Tað endaði 25-23, og sjálvt um tað var sera javnt, sá tað út til at sørvingar seint men støðugt vóru á veg móti enn einum sigri og eini uppaftur meira styrktari støðu í oddinum.
Fjórða sett minti nógv um tað triðja. Tá SÍ kom uppá 21-19, líktist tað avgerðini, men í evstu løtu eydnaðist tað Fleyr at bjarga dystinum. Teir tóku eitt time-out - tað var tiltrongt - og fingu vent støðuni til 24-22. Nú var tað knappliga heimaliðið, sum hevði tveir settbóltar, men teimum fingu teir einki burturúr. Sørvingar fingu javnað til 24-24, men so vann Fleyr tveir teir næstu bóltarnar og settið 26-24.

Bjargaðu fýra dystarbóltum
Endin á hesum fjórða settinum bleiv ómetaliga spennandi, og spenningurin helt fram í fimta og seinasta settinum. Soleiðis sá tað annars ikki út í byrjanini, tí SÍ kom beinanvegin á odda 4-0. So tók Fleyr aftur time-out, ivaleyst eisini fyri at bróta ta góðu rútmuna, sum sørvingar eftir øllum at døma høvdu funnið. Tað loysti seg, og stutt seinni var munurin minkaður til 5-4 og síðani bleiv tað 6-6. So fekk SÍ fótin fyri seg aftur, og tá liðini skiftu síðu, vóru teir á odda 8-6. Ta leiðsluna øktu teir til bæði 13-10 og 14-11, og sostatt fingu teir tríggjar dystarbóltar. Bæði liðini høvdu nú brúkt øll síni time-out, og SÍ líktist av álvara einum vinnara. Men fleyrleikararnir funnu nú sínar síðstu kreftir fram. Teir bjargaðu einum dystarbólti, so einum afturat, og teir fingu eisini tann triðja, so tað nú stóð á jøvnum 14-14. Nú var lív komið í áskoðararnar, sum annars ikki plaga at vera so nógvir til flogbólt í Gundadalshøllini. Millum teir vóru nakrir av leikarunum hjá Fram, og teir mundu vera spentari enn nakar annar. Fyri Fram var ein sigur til Fleyr nógv betri enn ein sigur til SÍ, og nú Fleyr hevði bjargað sær frá tapi tríggjar bóltar á rað, og støðan var 14-14, var alt opið aftur.
Næsta bóltin vann SÍ, sum tí kom uppá 15-14 og sostatt fekk enn ein møguleika at avgera dystin, men heldur ikki hesaferð kendu teir sína vitjunartíð. Fleyr kom uppá 15-15 og síðani eisini uppá 16-15. Eftir at SÍ hevði havt yvirvág ein stóran part av dystinum, var tað nú knappliga Fleyr, sum kundi avgera dystin til egnan fyrimun. Og tað sum sørvingar ikki høvdu megnað í fýra royndum, megnaði Fleyr longu í fyrstu royndini. SÍ lyfti bóltin uppum netið, men hann fór útav, og so hevði Fleyr vunnið tað avgerandi settið 17-15 og dystin 3-2. Ikki undur í, at teir fegnaðust sum um teir høvdu vunnið sjálva steypafinaluna.

Gott spæl hóast alt
Ein sjáldsama spennandi og merkisverdur dystur endaði við, at liðið við mótráki hevði vunnið á liðnum við viðráki. Fyri SÍ var tað spell at tapa, tí tað høvdu teir fyri sovítt ikki uppiborið. Í løtum var spælið sera gott, og serliga Jón Nielsen skaraði framúr, bæði hvat viðvíkur spæli og stríðsvilja. Men tá tú hevur so nógvar møguleikar fyri at vinna dystin og kortini ikki ger tað, kanst tú ikki takka so nógvum øðrum enn tær sjálvum fyri tað.
Reint leikliga var Fleyr ikki betri enn SÍ, men teir vístu ein ótrúligan vilja, ikki minst í endanum av fjórða og fimta setti, tá tað sá svartast út, og tá eitt verri lið hevði havt givið skarvin yvir. Teir munnu hava elsta miðalaldur í meistaradeildini, men tá tað leikaði harðast á, komu hesar royndirnar ótrúliga væl við. Fleyr hevði longu áðrenn henda dystin staðfest sína støðu sum tað mest óútrokniliga liðið í kappingini, og hesa støðuna halda teir fast við. Bara tað, at teir hava vunnið tveir teir seinastu dystirnar móti SÍ men alíkavæl eru aftanfyri teir, prógvar tað.
Ofta tá dystir eru so javnir og spennandi sum hesin, gongur tað út yvir spælið, men tað gjørdi tað ikki hesaferð. Bæði liðini spældu í løtum upp til tað besta, tey duga, og tað gjørdi bara dystin enn betur. Báðumegin netið lógu menn skerflatir og bjargaðu vónleysum bóltum upp av gólvinum aftur, og tað bar av, tá tveir sørvingar runnu næstan hálva høllina eftir einum bólti. Tann bóltin eydnaðist tað ikki SÍ at bjarga, men tað var besta dømið um stríðsviljan, sum lýsti av báðum liðunum.

ÍF av niðasta plássinum
At SÍ ikki tók nakran sum helst skaða av at tapa tætta dystin í Havn leygardagin, vístu teir longu dagin eftir við at vinna 3-0 móti Mjølni í Sørvági. Sigurin var tryggur, men settini vóru rímiliga tøtt, og mjølnirleikararnir vóru eisini hampuliga væl nøgdir við dystin, sum eingin roknaði við, at teir fóru at fáa nakað serligt burturúr.
Tað hevur sum heild ikki skorist serliga væl hjá mansliðnum í Klaksvík í vetur, og longu dagin fyri dystin í Sørvági hevði ÍF sent teir niður á aftasta sessin við at vinna 3-1 í KÍ-høllini. Tí bleiv hetta eitt soltið vikuskifti hjá Mjølni, men fyri ÍF merkti tað, at teir fyri fyrstu ferð í kappingini sluppu av niðasta plássinum. Tað eigur Mjølnir nú, samstundis sum ÍF veruliga hevur tikið dik á seg, og tí er tað í løtuni ikki lætt at síggja, hvussu klaksvíksliðið skal sleppa upp um teir aftur. Men sum henda kappingin higartil hevur lagað seg, er tað mestsum ógjørligt at siga nakað um, hvussu leikur fer.

Úrslitini um vikuskiftið
Mjølnir-ÍF 1-3 (24-26, 25-18, 16-25, 20-25)
Fleyr-SÍ 3-2 (25-23, 19-25, 23-25, 26-24, 17-15)
SÍ-Mjølnir 3-0