Stutt áðrenn tann fyrra fjórðingsfinalan í CL-hondbólti millum AG København og Barcelona seinasta fríggjadag endaði, fingu málmaðurin hjá AGK, Kasper Hvidt, og danski spælarin hjá Barcelona, Jesper Nøddesbo, reytt kort fyri at gera seg inn á hvør annan.
Men nú hevur tað evropeiska hondbóltssambandið, EHF, gjørt av, at hvørgin teirra skal fáa leikbann, og tískil sleppa báðir at spæla ta seinnu fjórðingsfinaluna, sum verður í Barcelona leygarkvøldið.
Kasper Hvidt sigur við danska kringvarpið, at hann hevði ikki roknað við, at teir fóru at fáa leikbann, hóast hann sjálvandi ikki kundi kenna seg heilt tryggan.
Avgerðin hjá EHF hevur uttan iva størri týdning fyri AG København enn fyri Barcelona, tí síðani Steinar Ege fekk skaða, hevur Kasper Hvidt verið at kalla einsamallur um at verja AGK-málið, og hann spældi ein sera góðan dyst ímóti Barcelona seinasta fríggjadag.