Hvør vinnur á Silverstone

Tað verður ivaleyst ein Renault ella ein McLaren-Mercedes koyrari, sum fer við sigrinum sunnudagin, væntandi eitur vinnarin antin Fernando Alonso ella Kimi Räikkönen. Bert ein vika er farin síðan Magny Cours, og á fronsku breytini vóru Renault og McLaren-Mercedes bestu liðini, neyvan munnu broytingarnar vera nógvar, sum liðini hava gjørt hesar dagarnar.
BMW-Williams bilarnir hava nýggjar motorar og ein nýggja aerodynamiskan pakka. Men BMW-Williams var so øðiliga aftarliga seinast, at tað nokk er ivasamt, um liðið kann gera seg galdandi.
Ferrari fingu triðja pláss í Fraklandi, Ferrari gevur 18 umferðum aftan fyri Trulli skuldina fyri, at Schumachersa koyring ikki gekk betur enn triðbest. Teir ætla tí at vísa, hvør dugur er í reyðu rasarabilunum.
Eisini Toyota hava góðar vónir, við fyrstu byrjunarstøðu í USA og næstu byrjunarstøðu í Fraklandi er Toyota bilurin sera skjótur, men ferðin var ikki líka høg í sjálvari koyringini. Um liðið hevur loyst hendan trupulleika, kunnu teirra koyrarar væl blanda seg í tann stuttliga endan.
Jenson Button fekk fyrstu stigini fyri BAR-Honda í Fraklandi seinasta vikuskiftið. Hanasara fjórða pláss hevur givið unga bretanum smakkin av stigum, og á heimabreytini kann hann kanska gera ein vørr.
Ein kanning sum motorítróttarfelagskapurin FIA hevur gjørt, vísir at Silverstone er tann triðjbest dámda breytini í formel 1. Tað eru vanligir formel 1 fjepparar, sum hava luttikið i kanningini. So hyggi við sunnudagin, og fái innlit í, hví júst henda breyt er so væl umtókt.