Á løgtingsvalinum 1962 var úrslitið tað, at teir flokkar, sum í 1946 taptu fólkaatkvøðuna, fingu hetta burtur úr`
atkvøður(B)3082(C)4167(í alt)7249
%(B)20,3(C)27,5(í alt)47,8
tingmenn (av 29)(B)6(C)8(í alt)14
Sjálvstýrisflokkarnir fingu hin vegin hetta úrslit:
atkvøður(A)3068(D)892(E)3281(F)674(í alt)7915
% (A)20,2(D)5,9(E)21,6(F)4,5(í alt)52,2
tingmenn (av 29)(A)6(D)2(E)6(F)1(í alt)15
Tá segði Poul Petersen, sum hevði verið tingmaður hjá fólkaflokkinum síðan 1940, at tá ið Føroya fólk vildi hava sjálvstýri, so helt hann ikki at fólkaflokkurin skuldi forða fyri hesum, sjálvt um honum ikki dámdi summar av teimum monnum, sum hann harvið kom at vera saman við.
Hesu ferð hava sjálvstýrisflokkarnir fingið enn størri undirtøku enn tá. Hvussu man tað nú fara at ganga hjá hesum flokkum við at vera lýðin boðskapi Føroya fólks?