Hvør skal gjalda títt skúlagjald?

Høgu skúlagjaldini uttanfyri norðurlond hava higartil verið goldin av Stuðulsstovninum -men nú er tað broytt. Bæði skotski stuðulsstovnurin SAAS og SU veita nú eisini føroyingum skúlagjald í ávísum førum, og tá kann stuðul ikki søkjast frá Stuðulsstovninum. Tað er tí týdningarmikið at kanna hvør skal gjalda títt skúlagjald –og at søkja sum skjótast!

Stuðulsgjald

 

 

 

Leingi hevur Stuðulsstovnurin verið tann einasti stovnurin, ið hevur goldið fyri skúlagjaldini hjá føroyingum. Men soleiðis er ikki longur. Føroyingar hava nú rætt til at søkja bæði SU og SAAS, sum er skotski stuðulsstovnurin, um skúlagjald. Og í teimum førunum, tá teir taka við, hevur Stuðulsstovnurin ikki heimild at rinda. Fyri ikki at verða fangaður á skeiva beininum, er tí týdningarmikið, at tú sum skjótast kannar, hvør skal rinda títt skúlagjald, og at tú sum skjótast sendir eina umsókn avstað. Viðgerðartíðin er nevniliga long.

 

Skotland stuðlar føroyingum

í 2007 varð avgjørt, at allir føroyingar, sum lesa bacchelor útbúgvingar í Skotlandi, skulu fáa kostnaðin rindaðan frá SAAS. Ávísar masterútbúgvingar verða eisini rindaðar av sama stovni, og tað hevur við sær, at stuðul ikki kann søkjast frá Stuðulsstovninum í hesum førunum.

Ætlar tú tær at lesa Master í Skotlandi, er tí týdningarmikið at kanna um stuðul verður latin til júst tína útbúgving. Tað gert tú á heimasíðuni: www.saas.gov.uk/student_support/special_circumstances/postgrad_list.htm. Um útbúgvingin er á listanum, skalt tú seta teg í samband við skúlan, tú ætlar tær á, og kanna, um hann er SAAS góðkendur. Letur SAAS ikki stuðul til tína útbúgving, skalt tú søkja Stuðulsstovnin.

 

Kanna eisini:

www.saas.gov.uk

 

SU nýggja tænastu

Frá á heysti í 2008 veitir SU eisini skúlagjald til lesandi á ávísum útbúgvingarstovnum uttanlands. Fyri at kanna um tín útbúgving er ein av hesum, far inn á www.su.dk og trýst á udlandsstipendium í vinstru síðu. Um tín útbúgving og útbúgvingarstað er á einum av teimum fýra listunum á heimasíðuni (Universitetslisten, Kulturministeriets liste, Undervisningsministeriets liste og Samarbejdsaftalelisten), skalt tú søkja SU um skúlagjaldið. Møguleiki er tó eisini at søkja, sjálvt um tín útbúgving ella útbúgvingarstovnur ikki er á listunum. Um SU ikki rindar ella bert rindar ein part av skúlagjaldinum kanst tú søkja Stuðulsstovnin um tann partin, ið ikki fæst frá SU.

 

Meiri fæst at vita á:

www.su.dk

www.udlandsstipendium.dk

www.ask.fo

www.studul.fo