Hvør sigur ósatt, fíggjarnevndin ella stjórin?

Vinnuháskúlin

att. Hans Johannes á Brúgv, stjóri

Í svarskrivi, sum varð sent tveimum av limum okkara í gjárkvøldið, fríggjakvøld 20. mars 2009 kl. 22.30, sigur stjórin soleiðis um ætlaðu uppsagnirnar á Vinnuháskúlanum: »Tygum framføra í skrivinum, at Vinnuháskúlin fær tkr. 14.021 til lønir í 2009, men skal Vinnuháskúlin gera vart við, at hetta tal ikki er rætt. Sambært løgtingsfíggjarlógini eru tøkar tkr. 12.873 til lønarútreiðslur hjá Vinnuháskúlanum, og sostatt kann ongin ivi vera um, at talan er um sparingar.«

Hetta, sum stjórin skrivar, er í andsøgn við tað, sum ein samd fíggjarnevnd staðfestir, eftir at stjórin sjálvur saman við landsstýriskvinnuni var til samráð í fíggjarnevndini tann 25. febr. 2009. Fíggjarnevndin staðfestir: »Nevndin var samd um, at niðurstøðan av samráðnum við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi Vinnuháskúlanum var, at uppsagnirnar á Vinnuháskúlanum ikki vóru avleiðingar av, at fíggjarnevdin hevði skorið av tann í fíggjarlógaruppskotinum ætlaða vøkstur.«

Undir viðgerð av tingmáli nr. 104/2008 tann 11. mars 2009 nevndu fleiri fíggjarnevndarlimir m.a. Bjørn Kalsø, Anfinn Kallsberg og Bill Justinussen, at lønarjáttanin til Vinnuháskúlan var hækkað 1,1 mió. kr. í 2009 (viðfesta ljóðfílan).

Tann 11. febr. 2009 varð í løgtinginum fleiri ferðir nevnt í sambandi við munnligar fyrispurningar, at játtan skúlans til lønir var 14,021 mió. kr., og at játtanin var nóg stór til verandi virksemi á skúlanum.

Vit fara tí at spyrja stjóran, um hann leggur fíggjarnevnd løgtingsins undir at siga ósatt. Ella hvørjum skulu vit trúgva, eini samdari fíggjarnevnd, sum er kunnað av stjóranum sjálvum, ella tí, sum stjórin nú skrivar? Biðið verður um skjalprógv fyri uppáhaldi stjórans.

Avrit av hesum skrivi verður sent fíggjarnevndarlimunum og landsstýriskvinnuni.

 

 

vegna Felagið Maskinmeistaralærarar

Niels Johannessen, formaður

Páll Joensen, skrivari