Hvør misnýtir jørðina mest?

Hvør livir grønast: Útoyggjakonan, býráðspolitikarin, bankamaðurin ella sjómaðurin?

Hevði tað verið nóg mikið við einari jørð, um øll livdu sum tú?

Føroyar verða ofta lýstar sum reinar og óspiltar av ferðamannavinnuni. Men hvussu umhvørvisvinarligt liva føroyingar í roynd og veru?

Vit hava bert eina jørð, og tilfeingið á henni er ikki óavmarkað. Kjakið um Kyoto-sáttmálan og um broytta veðurlagið hevur vakt ans altjóða, og fólk eru vorðin alt meira tilvitað um, í hvønn mun vit ávirka náttúruna. Hvussu stór ávirkanin er, ber til at kanna á ymsan hátt.


Fylgja í fótasporum

Heimasíðan www.earthday.net hevur eina sokallaða fótasporskanning. Talan er ikki um nakra djúpa ella vísindaliga kanning. Her verður ikki hugt at, um vit skilja burturkastið, um gularótin er vistfrøðilig, ella um gólvið verður vaskað við Ajax ella grøntsápu. Men einføldu spurningarnir um nýtslu, lívsstíl og burturkast geva kortini eina ábending um, hvussu nógv skal til fyri at uppihalda okkara livihátt.

Úrslitið av kanningini vísir okkum, hvussu nógvar jarðarklótur tørvur hevði verið á, um øll livdu sum kannaðu persónarnir.


Ymiskir vanar

Vit hava valt royndarpersónarnir útfrá, at tey umboða ymsar lívshættir, sum eyðkenna føroyingar. Katrina Johannesen býr í Mykinesi við familju síni. Hon rekur gistingarhúsið Kristianshús og býr fulla tíð á oynni. Elin Lindenskov er havnarkona, eitt føroyskt stórbýarfólk, men er eisini kend sum umhvørvispolitikari. Johnny í Grótinum býr eisini í Havn, men ferðast í sínum arbeiði nógv uttanlands. Eyðstein Poulsen er klaksvíkingur og sjómaður.


Stórur munur

Kappingin um fyrsta plássi var – kanska eitt sindur óvæntað – hørð. Tó livir ongin teirra á ein hátt, har bert ein jørð røkkur til. Tann burðardyggasti lívsstílurin kravdi 2,6 jarðarklótur. Næsti persónurin liggur beint í hølunum á honum við 2,8 klótum, meðan triði persónurin livir eitt lív, sum umsett til allar heimsborgarar hevði kravt 4,6 klótur. Og um øll høvdu livað sum fjórði persónurin, høvdu vit havt brúk fyri ikki færri enn 7,1 jørð.


Fótaspor

Hvørja ferð vit eta, brúka og blaka burtur, taka vit eitt sindur frá náttúruni. Fótasporskanningin metir, at tilfeingið á jørðini kann roknast um til 1,8 hektarar av náttúru til hvønn persón.

Okkara royndarpersónar brúktu øll meir enn teir 1,8 hektararnar.


Katrina: 4,7 hektarar

Elin: 8,5 hektarar

Eyðstein: 5 hektarar

Johnny: 12,7 hektarar


Um øll livdu sum tey, høvdu vit tí havt brúk fyri millum 2,6 og 7,1 jarðarklótum.

Til samanberingar kann nevnast, at sama tal fyri ein danskan miðalborgara er 3,3. Í Íslandi er talið 5, í India 0,4 og í USA 5,5.

Høgu tølini í Føroyum og Íslandi hava uttan iva nakað við fjarstøðuna at gera, og at londini innflyta stóran part av matvørunum.




Umhvørviskanningin


Hvussu ofta etur tú mat av djóri (kjøt, fisk, egg, mjólk og mjólkarúrdráttir)?

Hvussu stórur partur av matinum er ídnaðarframleiddur, innpakkaður og innfluttur úr øðrum londum?

Hvussu nógv burturkast hevur tú, samanborið við aðrar føroyingar?

Hvussu nógv fólk eru í húskinum?

Hvussu stórt er heimið?

Hvat slag av húsum hevur tú?

Hevur tú streym í húsunum?

Umleið hvussu langt ferðast tú við almenna ferðakervinum um vikuna?

Umleið hvussu langt ferðast tú við motorsúkklu um vikuna?

Umleið hvussu langt koyrir tú í bili um vikuna ?

Gongur ella súkklar tú fyri at koma fram?

Umleið hvussu nógvar tímar brúkar tú í flogfari árliga?

Hvussu nógvar litrar av bensini nýtir bilur tín fyri hvørjar 100 kilometrar?

Hvussu ofta koyrir tú í bili við øðrum, heldur enn at koyra einsamøll?


Úrslitið

Mynd: Katrina Johannesen

Tekstur: Katrina Johannesen rekur gistingarhúsið Kristians Hús í Mykinesi.

Grafikkur + tekstur: 2,6 klótur

Tekstur:

Katrina Johannesen býr á útoyggj og ferðast lítið inn á meginøki. Í Mykinesi hevur hon ikki tørv á bili, men gongur hagar hon skal. Harumframt er maturin fyri størstan partin hvørki innpakkaður ella innfluttur, familjan etur nógvan føroyskan og heimagjørdan mat.

Men sum føroyingar flest býr Katrina í góðum stórum húsum við bæði streymi og rennandi vatni. Hetta er minni umhvørvisvinarligt, eins og tað er at borðreiða við kjøti ella øðrum úrdráttum frá djórum hvønn dag.


Mynd: Elin Lindenskov

Tekstur: Umframt at vera háskúlalærari er Elin Lindenskov formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Kommunu.

Grafikkur: 4,5 klótur

Tekstur:

Elin Lindenskov býr í Havn og koyrir ikki tey longu strekkini. Harumframt hevur hon minni burturkast enn tey flestu og etur ikki kjøt hvønn dag.

Stór hús til fá fólk síggjast beinanvegin aftur í roknskapinum, og tað ger tað eisini hjá Elini. Harumframt er stórbýarlívið við innpakkaðum og innfluttum mati eisini ein strika í rokningini. Uttanlandatúrarnir liggja eisini eitt sindur yvir miðal.


Mynd: Johnny í Grótinum

Tekstur: Johnny í Grótinum er deildarleiðari fyri menning og samskifti í Føroya Banka

Grafikkur: 7,1 klóta

Tekstur:

Tað einasta jaliga í umhvørvisroknskapinum hjá Johnny i Grótinum er, at hann og familjan búgva í einari lítlari íbúð, og at koyrikilometrarnir ikki eru so nógvir.

Arbeiðsørindini uttanlands viga hinvegin tungt á neiligu síðuni. Flogtúrarnir kosta nógv í roknskapinum, og saman við matvanunum gevur hetta Johnny hægsta talið í kanningini.


Mynd: Eyðstein Poulsen

Tekstur: Eyðstein Poulsen er sjómaður og eigur saman við øðrum línuskipið Ågot

Grafikkur: 2,8 klótur

Tekstur:

Í grøna roknskapinum hjá Eyðsteini hevur tað stóran týdning, at hann og konan og trý børn búgva í einum minni húsum. Lítla ferðingin við ferjum og bili telja eisini við. Og so ger tað stóran mun, at stórur partur av matinum er føroyskur.

Her skal tó sigast, at siglingstíðin við línuskipinum ikki er íroknað. Hevði hon verið tað, høvdu tølini nokk sæð eitt sindur øðrvísi út.