Eitt kalla tey ?pseudohendingar?, tvs. hendingar, sum fáa nógva umrøðu, men sum antin als ikki hava verið til ella eru pallsettar, viðhvørt við ávísum endamáli. Ein slík ?pseudohending? er sonevnda ?innanhýsis ósemjan? í Tjóðveldisflokkinum. Hvussu longi ætla fjølmiðlarnir, sum vit lurtarar og hyggjarar við lóg eru kravd at gjalda, at bera fram ?pseudotíðindini? um sonevnda ?innanhýsis stríðið? í Tjóðveldisflokkinum? Nær og hvussu ætla hesir miðlarnir at ?evaluera? hendan tíðindaflutningin? Og nær ætla miðlarnir at kanna, um nakað yvirhøvur er um tíðindini um ?innanhýsis stríð? í Tjóðveldisflokkinum? Eg haldi, at miðlarnir greitt eiga at siga lurtarum og hyggjarum frá, um teir kritikkleyst ætla at halda fram at bera hesi ?pseudotíðindi?, tí so má lógin um útvarp og sjónvarp broytast, so at tey, sum ikki vilja gjalda fyri slíkt svass, sleppa undan.
At privatu fjølmiðlarnir dansa eftir manipulerandi pípuni, er teirra søk. Teir skulu jú eisini selja bløð. Men at almenni fjølmiðilin er ypparstur í dansinum, tað hóskar seg ikki.