Sofus Poulsen sigur, at myndevnini á ein hátt eru ein leitan inn í nútíðina, har hvør einstakur málningur sigur sína søgu. Fyrr tráaði hann eftir at finna sín egna stíl og avmynda veruleikan, meðan hann í dag málar veruleikan.
Framsýningin er opin til og við týsdagin 9. mai. Opið er: Fríggjadag: kl 15-18, leygardag: kl. 12-18, sunnudag-týsdag: kl. 15-18










