Hvør lýgur - Eidesgaard ella Mikkelsen?

Hava Jóannes Eidesgaard og Fíggjarmálaráðið sagt ósatt um sína vitan um støðuna hjá Eik? Ella hevur danski fíggjarmálaráðharrin sagt ósatt ? Tað vil Tjóðveldi hava svar uppá í tinginum í dag. Jóannes Eidesgaard hevur higartil tvíhildið um, at hann onki visti um støðuna í Eik. Og hann hevur - umframt seinu kunningina beint undan, at Eik fekk hørðu krøvini - , víst á, at hann tann 19. august 2010 var á árliga fundinum við danska búskapar- og vinnumálarráðharran, Brian Mikkelsen, har danska Fíggjareftirlitið eisini var umboðað.

Og at hann á tí fundinum fekk at vita, at onki var at viðmerkja um støðuna hjá føroyskum peningastovnum. Eidesgaard og Fíggjarmálaráðið sendi tá út tíðindaskriv um, at alt stóð væl til í føroysku bankunum.

Men í einum svari til Høgna Hoydal, fólkatingsmann, um kunningina til landsstýrið, sigur Brian Mikkelsen, um hendan fundin tann 19. august 2010, at danska Fíggjareftirlitið gjørdi Eidesgaard greitt, at tey høvdu framskundað eina serstaka kanning av Eik-Banka í Danmark, orsakað av, at bankin hevði so nógv útlan á fastognarmarknaðinum.

-Tað er sjálvsagt eitt álvarsmál og eitt greitt tekin um trupulleikar, um Fíggjareftirlitið framskundar eina serstaka kanning, sigur Høgni Hoydal.

Tjóðveldi vísir á, at Eidesgaard og Fíggjarmálaráðið tá sendu út eitt tíðindskriv, har tey løgdu doyin á, at onki var at viðmerkja, og at alt stóð væl til.

Tí setur Tjóðveldi spurningin: Hevur Eidesgaard sagt ósatt og harvið villleitt bæði almenning og íleggjarar og marknað. Ella sigur Brian Mikkelsen ósatt, tá hann svarar Høgna Hoydal?

Tíðindaskrivið hjá Eidesgaard og Fíggjarmálaráðnum frá 23. august 2010, segði í niðurstøðu síni:

?Fíggjarmálaráðið kann eftir fundirnar staðfesta, at donsku mydugleikarnir einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum.?

Svarið frá Briani Mikkelsen til Høgna Hoydal, sigur í niðurstøðu síni:

?På mødet blev den aktuelle situation for færøsk økonomi, herunder for de færøske banker, drøftet. Finanstilsynet, der jo fører et uafhængigt tilsyn, oplyste på mødet, at blandt andet henset til Eik Bank Danmark A/S? betydelige ejendomseksponering havde Finanstilsynet fremrykket en funktionsundersøgelse af Eik Bank Danmark A/S til efteråret 2010.?

Tjóðveldi heldur, at onkur sigur ósatt - antin Eidesgaard ella Brian Mikkelsen.