Hvør karamella er tú?

Nú er hon sjálv - Quality Street eskan - komin á borðið. Tú grevur eftir tíni yndis kramellu, men hon er ikki at finna. Er tú kanska tann Peningaligi? Tey Torføru hava ikki hendan trupulleikan - teirra karamella er altíð eftir til endans.
Finn útav, hvør karamella tú ert, og ver frammi við eskuna í góðari tíð næstu ferð.

Toffee Finger - Barnsligi

Tær dámar formin á hesi karamellu. Hon er løtt at tyggja, og stuttligt er at bíta sjokulátuna av, áðrenn karamellan verður etin øll, sum hon er.


The Purple One - Inbundni

Tær dámar sjokulátu og karamell, men velur hesa tí at hon hevur eitt yvirraskilsi innast - nøtin. Tú velur ikki tað einfalda.


Toffee Penny - Peningaligi

Vónandi hevur tú sterkar tenn, tí hetta er ein plombuúttrekkjari. Karamellan er seig og vælumtókt. Minnir ikki sørt um at tyggja uppá eina 20-krónu.


The Green Triangle - Bleyti

Tey, sum hava forlornar tenn og pinkubørn, velja nokk hesa. Einføld og bleyt - á markinum til tað keðiliga.


Caramel Swirl - Hálvvaksin

Tú er kanska vaksin frá Toffee Penny, men er ikki rættuliga til reiðar at kasta teg yvir Orange Cream. Caramel Swirl er eitt gott millumting.


Milk Choc Block - Fýrakantaði

Tú trívist við føstum rammum. Hesa karamelluna hevur tú etið í nógv ár og ætlar tær at halda á fram við tí, hóast at tú er rættuliga einsamallur um tað.


Coconut Éclair - Ævintýrari

Tær dámar tað søta og góða her í lívinum. Ferðin gongur kanska til tropisk paradís, tá tú fer av landinum. At kokos er sera fitandi leggur tú ikki petti í.


Toffee Deluxe - Lívsnjótari

Tú er uppvaksin við Toffee Finger og Penny, men tær báðar eru vorðnar ov barnsligar og einfaldar. Nú krevur gómin nakað meir.


Orange Crunch - Sunni

Tær dámar best mandarinir, men tá tær eru uppetnar, og hevur tú hug á onkrum, er tað karamellan við apelsinsmakki, sum nokk er tann sunnasta hóast alt.


Strawberry Cream - Torføri

Jarðberja krem í myrkari sjokulátu. Tú er vaksin, troytt av einføldum toffee og mjólkasjokulátu. Tú trívst best millum jól og nýggjár, tá tað einasta, sum er eftir í eskuni, er tín favorittur.


Orange Cream - Vaksni

Tú hevði allarhelst viljað havt eina heila esku við bara Orange Crunch og Cream. Tað skal smakka eitt sindur súrt og beiskt.


Vanilla Fudge - Nýtonkjari

Tú gleddist, tá tú lat eskuna upp og sá at onkur endiliga hevði funnið uppá okkurt nýtt. Enn er tú rættuliga einsamallur um at hava uppdagað hesa karamelluna.